Vansketni

”hvussu skulu vit tá sleppa undan, um vit einki leggja í eina so stóra frelsu, sum, aftan á at hon í fyrstuni varð boðað við Harranum, er vorðin staðfest fyri okkum av teimum, sum høvdu hoyrt hann, ”
Hebr.2,3

 

 

Tú játtar, at dómur Guds kemur yvir alt órættvísi, og at tú ikki hevur uppiborið at koma til Himmals og at gerast borgari í ríki Guds, men hetta hevur tú sett út og lagt til viks, alt meðan freistarin alsamt táttar fjøturnar alt fastari um teg, so at tú loksins bert ert ein hjálparleysur trælur undir vilja valdsharrans, ið ræður í lívi tínum. Tað er ræðuligt at vanvirða frelsuna!

 

Bara tað at bíða er nokk til, at tú ikki kemur inn gjøgnum portur Himmalsins. Orð Guds sigur: ”Gudleysir skulu venda aftur í helheim, allir heidningar, ið gloyma Guð;” Sálmur 9,18

 

Tú kanst vanvirða náði Guds og rokna hana sum týdningarleysa og halda á í tínum erpni og dramblæti og synd so leingi, at rødd Guds ikki longur kallar teg. Ikki longur nær teg og tá vil hin Góði Hirðin fara framvið tær, út at leita upp eina nýggja sál, meðan tú sjálvur verður settur eftir í bølaniðu, har ”… grátur og tannagrísl” skal verða, tí tú forsømdi at koma til sættis við hin livandi Gud.

 

Kanska hevur tú verið frelsu Guds heilt nær og hevur nærum gjørt av at gerast kristin, men náddi kortini ikki málið! Tað er sum vart tú milliónir av kilometrum frá henni. Rødd Guds ljóðaði av Himni í toruni: ”Vóru teir vitrir, skiltu teir hetta og vistu, hvat ið endi teirra verður. ” 5.Mós.32,29

 

Minst til, at oyðingin bíðar tær við endan av vegnum, um tú forsømir hin livandi Gud! ”Gleð teg, ungi maður, í ungdómi tínum, og ver tú væl hugaður í ungdóms døgum tínum, og gakk teir vegir, sum hjarta títt leiðir teg, og sum eygum tínum lystir; men vita skalt tú, at fyri alt hetta vil Guð føra teg til dóms.” Præd.11,9

 

Dómurin kemur. Honum slepst ikki undan. Kanska tú í hesum heimi sleppur undan revsing fyri tað órættvísið, tú her hevur framt, men dómi Guds sleppur tú ikki undan. Dómur kemur yvir hvønn ein syndara, ið avnoktar gleðiboðskap Jesu Krists, um vit einki leggja í eina so stóra frelsu.”

 

Í grundini veitst tú ikki, um Gud letur teg liva enn ein dag!

E.Campbell umsetti