Vara munn tín
”Teir lumpa hvør annan, og sannleika tala teir ikki; tungu sína venja teir til at lúgva; teir eru farnir skeivar leiðir og vilja ikki venda við aftur. ”
Jer.9,5
Jeremia profetur ilskast, tí fólkið er farið skeiva leið við lygn. Hann tekur eisini so ramliga til, at fólkið spennir tungu sína eins og boga við lygn. Guds revsandi dómur væntar hesum fólki, sum so fer fram.
Hesi orð tala álvarsamt til okkum, sum vilja vera Guds fólk í dag. Meira krevur Jesus av okkum enn at sita í kirkju og á kristiligum fundi sunnudagar. Í gerandislívinum úti millum mann eiga vit bæði í talu og gerð við sinnalagi og hjartalagi og trúskapi at ganga í Jesu fótasporum á sannleikans leið. – Í tunguni hava vit fingið eitt virðismikið amboð. Hetta hava allar tjóðir ásannað.
”Tungan týnir ein størri her enn svørðið”. (Turkar). ”Hin beinleysa tungan, so lítil og veik, hon annars er, so kann hon bæði drepa og morla”, (Grikkar).
Vit hava eisini orðatakið: ”Betri er bøtandi hond enn spillandi tunga”.
Við tunguni kunnu vit dyrka aðrar gudar, sum jødar gjørdu – lat teir so eita peningur, æra, stás og annað.
Vit kunnu seta hatur millum fólk og heim. Vit kunnu spilla vinskap og leggja oyði mangt gott og gagnligt arbeiði í Guds víngarði, tí vit ikki ansaðu talu okkara í rættum tíma.
Við lygn og slatri kunnu vit drepa og morla mannaskepnur og mannasálir. Tí sum skaldið sigur sum slatur: ”fegnast tað flýgur um nætur; brátt vaknaði mangur til beiskan dag, ið ikki gav eftir tí gætur,” tí ”tað herjar á sakleysar, sovandi menn”.
Vit eiga ikki at lata slatrið fáa vald á okkum, so sníkjandi og eitrandi sum tað er. – Dávid sigur: Vegi mínum vil eg ansa, at eg ikki syndi við tungu míni.
Bert Guds orð við Heilaga Andans kraft kann vegleiða okkum, at vit fara ikki skeivir, og fáa okkum at venda aftur, tá ið berst okkum á. Og í samfelagnum við Jesus fáa vit eisini kraft at tola tað slatur og tær illu tungur, ið herja á okkum við eitri sínum.
Lat okkum ansa tungu okkara í Jesu navni og í Jesu anda og við Heilaga Andans kraft ganga rættar leiðir, soleiðis sum gomlu fedrar okkara søgdu: vara munn tín!
n.