Vara teg fyri at verða villleidd/ur
”Varið tykkum, at eingin villleiðir tykkum” (Matt 24,4b).
Jesus situr henda dagin á Oljufjallinum uttanfyri Jerusalem. Ein kilometur haðani liggur tað stóra flotta Heródesartemplið á tempulplássinum. Jesus hevur sagt nakað um, at ”her skal ikki liggja steinur eftir á steini, sum ikki skal verða rivin niður.” Nú seta lærusveinarnir honum spurningar í samband við afturkomu hansara og veraldar enda.
Eisini í dag eru mong menniskju sera upptikin av, nær Jesu afturkoma og veraldar endi verður. Tað árið, eg gekk á bíbliuskúla, minnist eg, at nógv varð tosað um hetta. Til dømis hevði onkur hug at teingja sína frelsuvissu at, hvussu Gud handlaði í síðstu tíðunum. Jesu svar til sínar lærusveinar og okkum í dag er, at tað er nakað, sum hevur enn størri týdning: “Varið tykkum, at eingin villleiðir tykkum!”
Vit hava havt drepsóttir, heimsbardagar, hungursneyðir, landsjálvtar og aðrar náttúruelvdar vanlukkur. Hetta hendir í dag, og hevur hent við jøvnum millumbilum upp ígjøgnum tíðirnar. Forsagnirnar hava ljóðað og ljóða framvegis, at nú má endin vera nær.
Í sama skriftbroti sigur Jesus: “Verið varnir, at ikki ræðsla kemur á tykkum!” Vit fáa altso tvær sterkar ávaringar um, at vit ikki mugu missa fokus. Tað er altavgerandi fyri okkum, at Jesu frelsuverk fyri okkum er tað grundleggjandi. Tað er grundarlagið fyri vón okkara um eitt ævigt lív saman við Harra okkara, og somuleiðis styrkin til tænastuna, Harri okkara kallar okkum til, so leingi vit eru her.
“Hetta er bara byrjanin av teimum verkum, sum koma skulu”, sigur Jesus. So hava vit enn tíð! Men ikki óavmarkaða tíð! Lat tilvitanina um, at tíðin styttist, verða eina eggjan til tín og mín at vera við í tí kalli, vit hava fingið: At bera gleðiboðskapin um Jesus út.