Vegurin

”Eg vil teg læra og vísa tær vegin, tú skalt ganga, eg vil hava eyguni eftir tær. ”
Sálm.32,8

 

 

Ein trúboðari kom ein dagin koyrandi í bili sínum. Framman fyri honum lá vegurin gráur, regnvátur og keðiligur. Men so kom hann at hyggja í bakspegilin, og tá sá hann, at aftanfyri var vegurin turrur, og luftin var farin at blána.

 

Tá kom tað til hansara, at soleiðis er mannalívið. Dagarnir fyri framman síggja ofta gráir og tungir út, og tað er so nógv at óttast. Men tá ið vit eru komin ígjøgnum teir og líta aftur um bak, so vóru teir kortini ikki so vánaligir, og tá duga vit at síggja, at Jesus leiddi ígjøgnum alt, sjálvt um vit ikki dugdu at síggja tað tá.

 

Vit kenna farnar dagar og løtuna beint nú. Jesus harafturímóti kennir eisini framtíðina og hevur gott yvirlit yvir alt, sum kallast tíð. Tí skulu vit hava fast álit á, at soleiðis sum hann leiðir okkum, er tað til okkara besta – hóast alt virkar grátt og keðiligt – tí hann kennir tað endaliga úrslitið.

E. Campbell umsetti