Veking

„Biðið, so skal tykkum verða givið; leitið, so skulu tit finna; bankið uppá, so skal verða latið upp fyri tykkum. “
Matt.7,7

 

 

„Í einum lítlum býi í statinum, Maine,“ segði dr. Torrey í eini talu, „har var andaliga lívið rættiliga deytt fyri nøkrum árum síðani. Samkomurnar gjørdu onki. Nakrir fáir gudsóttandi menn vóru í samkomunum, og hesir søgdu: „Vit eru bert nakrir fáir lítið vitandi leikmenn, men okkurt má gerast í hesum býi. Latum okkum gera ein bønarring. Vit skulu allir biðja fyri sama persóni. Hvønn skulu vit biðja fyri?

 

Teir valdu tann ringasta og neyðarsligasta mannin í býnum, ein vónleysur drykkimaður, og allir luttakararnir fóru at biðja fyri honum. eina viku seinni var hesin maður umvendur til Kristus. So fóru teir at biðja fyri tí næstringasta og tað vardi heldur ikki leingi til eisini hann gjørdi av at taka ímóti Kristi. Soleiðis gekst, ein fyri og annar eftir og eftir einum lítlum ári høvdu eitt stað millum 200 – 300 menniskju tikið ímóti Kristi, og vekingin hevði spjatt seg til øll støð í tí økinum.

 

Bønir fyri teimum, ið er fangað í syndini, er tað, ið størst mangul er upp á á okkara døgum, segði dr. Torrey.

Effie Campbell umsetti