Verksmiðjulúðurin ýldi ov tíðliga!
„Tey, sum nú tóku við orði hansara, vórðu doypt, og tann dagin løgdust okkurt um trý túsund sálir til. “
Áps. 2,41
Guds ríki gongur fram í Kina! Evangeliið nær hjørtuni, og Orðið verður staðfest við teknum og kraftargerðum – sum á Bíbliunnar døgum! Tað er David Wang – aðalskrivari hjá Asian Outreach, sum gevur hesa frágreiðing:
Ein ung kristin kvinna arbeiddi á skrivstovuni í einum grótbroti. Ein av hennara vanligu skyldum var at trýsta á lúðurin, tá ið arbeiðsdagurin var liðugur. Men ein dagin hendi nakað heilt annað.
Hon var sum vanligt upptikin av arbeiði sínum inni á skrivstovuni – tá ið hon brádliga hoyrdi eina rødd, sum tosaði við seg og nevndi hana við navni. Røddin bað hana ALT FYRI EITT SETA LÚÐURIN Í GONGD, hóast ein tími var eftir av arbeiðstíðini. Hon bleiv illa við og visti hvørki út ella inn. Men tá ið hon skilti, at hetta var Harrin, tók hon sína avgerð. Uttan at samráðast við onnur á skrivstovuni – sum lættliga høvdu kunnað forðað henni – setti hon lúðurin í gongd.
Arbeiðsmenninir byrjaðu nú at koma út úr náminum. Hin seinasti var júst komin út, tá ið ein jarðskjálvti risti staðið. Fleiri av arbeiðsholunum fullu saman og vórðu jarðaðar undir grótrúgvum. Um arbeiðsmenninir enn høvdu verið har, hevði vanlukkan kraft nógv mannalív …
Vit kunnu bara ímynda okkum vanlukkustandin á økinum. Arbeiðsmenninir savnaðust runt gentuna og vildu vita, hví hon hevði trýst á lúðurin, áðrenn tíðin var komin. Hon mátti tá bara játta, at hon var kristin, og at hon hevði verið Guds rødd lýðin! Frágreiðing hennara var heilt einføld, men tað, sum hon segði, gjørdist ein sterkur boðskapur fyri henda stóra skaran. Fleiri hundrað blivu umvend tann dagin – og Evangeliið fekk stóra framgongd.
Í einari almennari kanning, sum bleiv gjørd seinni – skrivaðu teir eisini vitnisburðin hjá gentuni niður í frágreiðingina – og aftur blivu fólk vakt upp. Hin livandi og sanni Gud hevði á ein ítøkiligan máta brúkt ein trúgvandi ungdóm til bjargingar og frelsu, og aftur gjørdist úrslitið, at mong menniskju og heilar familjur blivu kristin! „Christian Life“ – Effie Campbell umsetti
Edvard Poulsen

