Við krossgøtuna
„Tess vegna líkar mær væl í veikleika, í yvirgangsverkum, í neyð, í atsóknum, í trongdum fyri Krists skuld; tí at tá ið eg eri veikur, tá eri eg sterkur. “
2.Kor.2,12
Í hjartanum á kristindóminum stendur Kristi krossur. Vitnisburðurin hjá kirkjuni gevur best úrslit, tá ið kirkjan boðar krossin og ikki roynir at greiða frá honum. Evangeliið heitir jú ikki á vitið – men á trúnna.
Ein trúgvandi trýr, at hann er deyður í Kristusi. Tó eigur hann satt lív og væntar at liva ævinliga. Hann missir lív sítt fyri at frelsa tað og er í vanda fyri at missa tað, um hann roynir at tvíhalda um tað.
Hann verður settur lágt fyri at verða settur høgt, og um hann ikki vil boyggja seg niður, er hann longu niðri; men um hann boyggir seg, er hann á veg upp.
Hann er sterkastur, tá ið hann er veikastur, og veikastur, tá ið hann er sterkastur í sær sjálvum.
Hann hevur mest, tá ið hann sleppir mestum, og minst, tá ið hann legst á mest. Hann er klókastur, tá ið hann skilir, at hann einki veit, og veit minst, tá ið hann heldur, at hann er klókur.
Hann avrikar ofta mest, tá ið hann einki ger, og kemur longst, tá ið hann stendur stillur.
Hann óttast Harran, men ræðist hann ikki. Hann kennir seg óverdugan í nánd av Gudi; men tað er einki stað, hann heldur vil vera enn nettupp har.
Ein kristin vil taka kross sín upp og fylgja Kristusi. Hann vendir sær frá allari menniskjansligari vón uttan fyri Kristus, tí hann veit, at sjálvt hitt størsta stríðið hjá menniskjum er at byggja á sandbotn. Kortini er hann tryggur og vónríkur. Hann veit, at tá ið krossurin dømir heimin, vissar Jesu uppreisn endaligan sigur.
E. Campbell umsetti
Edvard Poulsen

