Villiniborgin(labyrint)

”Jesus sigur við hann: »Eg eri vegurin og sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær. ”
Jóh.14,6

 

Í Granada í Spania er ein risastórur havi, har tú kanst síggja nógv, vakrar blómur og plantur og óvanlig trø. Men tað løgnasta er ein villiniborg, ið toyggir seg yvir størstapartin av havanum.

Villiniborgin umfatar blómurunnar, ið eru vaksnir saman, so teir verða til høgar loddrættar veggir. Inni í villiniborgini leiða óteljandi rásir í allar ættir.

 

Ferðafólki dámar væl at síggja hesa løgnu villiniborg, men ongin hevur tó dirvi til at fara inn uttan at hava ein ferðaleiðara við sær. Tí ert tú fyrst komin innar har, so er tað ógjørligt at finna út aftur, uttan at tú altso er saman við onkrum, ið kennir allar vegirnar, tí alt sær jú heilt líka út millum hesar høgu blómurunnar.

 

Sagt verður frá eini søgu um ein grumman og ræðuligan einaráðandi keisara, sum nýtti villiniborgina á ræðandi hátt. Tá hann vildi sleppa sær av við onkran fígginda, so leiddi hann viðkomandi inn í villiniborgina. Hann var greiðir um, at harfrá var tað ongin, ið fann vegin út aftur. Teir doyðu allir av møði og hungri.

 

Lívið er eins og ein villiniborg. Uttan ferðaleiðara endar tað í glatan. Navnið á ferðaleiðaranum er Jesus Kristus. Nógvar røddir og óndar maktir eru til, ið royna at villføra okkum til at liva lívið uttan henda ferðaleiðara.

Tí er tað so avgerandi at vera vakin!
E.Campbell umsetti