Virði á eini sál
”Tí hvat gagnar tað manni, um hann vinnur allan heimin, men má bøta afturfyri við sál síni? Ella hvat skal maður geva í viðurlag fyri sál sína?”
Matt.16,26
Fyri Hudson Taylor, ið setti á stovn ”innlandsmissión Kinas”, var hvør einasti maður, hvør kvinna og hvørt barn í Kina og um allan heim sera dýrabart. Hann segði: ”Vit koma at standa Gudi til svars fyri, um vit ikke fortelja teimum, hvussu tey verða frelst.” Hann greiddi ofta frá eini serligari hending fyri at minna menniskju á hetta.
Hann greiddi frá: ”Eg sigldi í einum báti til Sung-Kian-fu. Millum tey ferðandi var ein maður, ið var nevndur Peter. Eg tosaði við hann. Eg royndi at siga honum, hví hann hevði tørv á at kenna Kristus og trúgva á hann. Peter var áhugaður í hesum og segði, at hann fór at koma inn í býin saman við mær fyri at hoyra meg prædika. Tá báturin nærkaðist múrinum um býin fór eg inn í kahúttina fyri at gera meg kláran at fara í land.
Brádliga hoyrdist eitt geyl og eitt skvatl og rann út úr kahúttini og skimaðist uttanum meg. Peter var horvin. Hann var dottin yvirborð. Eg skræddi beinanvegin seglið niður og tveitti meg út í streymavatnið, men eg fann Peter ongastaðni. So varnaðist eg nakrar fiskarar longri niðri og rópti til teirra: ”Kom og hjálpið mær! Ein maður er um at drukna. Sleipið tykkara net tvørturum hetta staðið.”
”Tað passar okkum ikki at gera tað júst nú,” svaraðu fiskimenninir.
”Komið nú og skundið tykkum, tí annars verður ov seint,” rópti eg aftur.
”Vit eru upptiknir at fiska.”
”Tað er fullkomiliga líkamikið við tykkara fiskiskapi,” rópti eg aftur. ”Skundið tykkum nú, eg skal nokk rinda tykkum fyri tað.”
”Hvussu nógv vilt tú geva okkum?”
”5 dollars! Sløgið nú ikki tíðina burtur. Komið! Hjálp!”
”Ov lítið,” róptu fiskimenninir. ”Vit koma ikki um ikki vit fáa minst 30 dollars.”
”Men eg havi ikki so nógv. Eg skal nokk geva tykkum alt, eg eigi og havi.”
”Hvussu nógv er tað?”
”Tað veit eg ikki. Umleið 14 dollarar.”
”Endiliga komu fiskimenninir og eftir bert einum minutti fingu teir Peter upp. Eg royndi tað besti eg kundi fyri at fáa lív aftur í hann, men ov seint. Peter var deyður.
Hvat heldur tú um hesar fiskimenn? Vóru teir sekir í, at Peter lat lív? Hví var tað skeivt av teimum ikki at koma? Teir kundu jú haft bjargað lívi hansara, men vóru líkasælir og løgdu ikki petti í tað. Ræðuligt!
Hvat við okkum? Allastaðni rundan um okkum finnast eisini menniskju, ið eru glatað í teirra syndum. Vit vita, hvussu hesir menn, kvinnur og børn verða frelst. Hvat nú, um vit ikki fortelja teimum hetta og tey glatast? Jesus hevur boðað okkum: ”Og hann segði við teir: »Farið út um allan heimin og kunngerið gleðiboðskapin fyri øllum skapninginum! ” Markus 16,15
Hvat hevði tú svarað honum? Vildi tú haft svarað honum: ”Nei, eg havi skund við øðrum.” ella vildi tú havt sagt: ”Tað gevur ov lítlan vinning?” Hevði tú viljað verið samsekur í, at onnur ikki vistu, hvussu tey kunnu verða frelstur frá synd teirra, tí tú ikki segði teimum tað? Ella hevði tú sum Hudson Taylor verið Jesu boðum lýðin? Trýrt tú honum, at hann vil hjálpa tær at gerast boðberi og trúboðari fyri hann, hvar enn hann ynskir teg at vera – her heima ella í fremmandum londum?
”Evangelisk Børnemission” har udgivet. Brugt med tilladelse. E. Campbell umsetti