Vit eru komnir at tilbiðja hann

”… og vit eru komnir at tilbiðja hann.« ”
Matt.2,2

 

Hugtakandi er at lesa, at tá ið vísmenninir eftir drúgva ferð til jødalands endiliga komu vegin fram, søgdu teir, at teir vóru komnir at tilbiðja hann – Jødakongin.

Ikki komu teir sum sensjatiónstystir ferðamenn, ið vildu fáa okkurt serligt burtur úr hesi hending, ið hevði so avgerandi týdning fyri allan mannaheimin, og sum profetarnir høvdu boðað frá øldir frammanundan. Nei, teir komu at tilbiðja.

Uttan at vera greiðir um tað, sýna teir við hesum orðum trongd sína eftir at tilbiðja tann nýfødda himmalska kongssonin.

Hetta er menniskjunnar sanna og rætta støða, tá ið um Jesus Kristus er at tala: at tilbiðja.

Bønir okkara mugu fram um nakað annað verða tilbiðjan. Tað merkir kortini ikki, at bønir okkara bert skulu vera tilbiðjan. Jesus hevur sjálvur biðið okkum biðja um, hvat vit so vilja. Sostatt kunnu vit biðja Jesus um at hjálpa okkum við øllum, sum liggur okkum á hjarta. Men fyrst av øllum skylda vit honum at tilbiðja og takka honum fyri alt tað, sum hann longu hevur hjálpt okkum við.

At hann, sum varð lagdur í eina krubbu, við krossdeyða og uppreisn síni hevur keypt okkum leys frá deyðans og djevulsins valdi, og nú saman við øllum einglum sínum ger okkum bústaðir til reiðar í Himlunum, har hann fer at taka ímóti okkum.

Latið okkum altíð minna hvørannan á hetta, tí alt ov ofta verður bønin bert bøn og lítið og onki av tilbiðjan og tøkk og gleði um alt tað, sum Jesus hevur gjørt fyri okkum.

”Vit eru komin at tilbiðja hann,” søgdu vísmenninir. Latið okkum fara í fylgi við teimum upp í tann skaran av fólkasløgum, ættarbólkum og tungumálum og øllum Himmalsins einglum, sum vil tilbiðja Guds Son, heimsins Frelsara.

Tín er kongatign himni frá,
vildi tú tó gista mannavrá;
okkum tú leiðir um skuggadal
heim í tín ljósa kongasal
Gud fái lov!