Vit fara at hittast aftur

Skrivað: C. Bartholdy
Týtt: Henry D. Joensen

“Faðir, eg vil, at teir, sum tú hevur givið mær, eisini skulu vera hjá mær” (Jóh 17,24).

Eitt, av tí, ein sum gamal ikki kann halda uppat at hugsa um, er: fara vit at hittast aftur? “Hann, sum ikki gjørdi synd og í hvørs munni ikki var svik”, sum Pætur vitnar um Jesus: Hann boðar í høvuðsprestabønini um at síggjast aftur. Hann nýtir enntá ta løgnu orðingina: “eg vil”. Hann vil uppliva at hitta vinir sínar aftur hinumegin deyða og grøv. Tí skrivar Jóhannes evangelistur: “Vit vita, at tá ið hann verður opinberaður, tá skulu vit verða honum lík, tí vit skulu síggja hann, sum hann er.”

Fara vit at hitta okkara kæru aftur? Tað sipar Jesus til, tá ið hann aftaná at hava sagt líknilsið um tann ótrúgva húshaldaran, sigur: “Gerið tykkum vinir við hinum órættvísa mammon, til tess at teir, tá ið hann trýtur, mega fagna tykkum í hinum ævigu heimbýlum.” (Luk 16,9) – Jesus var menniskja. Hann elskaði móður sína, hann helt av sínum lærusveinum, ja, millum teirra vóru enntá tríggir, sum hann valdi framum hinar, og ein, sum hann elskaði. Teir, Faðirin á himli hevði givið honum, vildi hann vera saman við í ævinleikanum. Hann er tann bróðir, Gud gav okkum. Hann skammar seg ikki at kalla okkum brøður. Har hann nú er, “gongur hann í forbøn fyri okkum.”

Vit eru tí endurfødd – longu í dópinum – til livandi vónar. Men hvussu og nær hetta verður uppfylt við at síggjast aftur ein dag, hevur Gud ikki viljað avdúkað fyri okkum. Vit eiga tí ikki at droyma, ella hugsveima um tað, so verður tað, er hugsandi, tað bera tvætl. Latið okkum harafturímóti geva okkum sjálv og øll okkara kæru, livandi og deyð, í hendur hansara.

Lat meg bara fara um náttmyrk høv,

lat meg bara stevna at míni grøv.

Lívsins Gud meg verjir á mínum veg,

og úr deyðans hondum hann frelsir meg.

(Slb. 546,6)