Vit hava Bíbliuna, Guds egna orð.
Vit sleppa at fara til hesa gomlu bókina og lesa, hvat ið har stendur skrivað. Síðan kann hvør, sum vil, siga okkurt annað; Guds orð stendur fast, og tað lýgur ikki. Og Guds orð talar so týðiligt og greitt um hesi viðurskifti, at tað nýtist ikki at vera nakar ivaspurningur.
Hoyr, hvat ið Harrans ápostul skrivar: ”Hvør tann, sum ákallar navn Harrans, skal verða frelstur. Hvussu skulu tey tá ákalla tann, sum tey ikki trúgva á? Og hvussu skulu tey trúgva á tann, sum tey ikki hava hoyrt um? Og hvussu skulu tey hoyra, uttan at onkur er, sum prædikar? Og hvussu skulu teir prædika, uttan at teir verða sendir? So kemur tá trúgvin av tí, sum verður hoyrt; men tað, sum verður hoyrt, kemur gjøgnum orð Krists” (Róm 10,13–17).
Les og granska hesi orðini! Ápostul Harrans sigur her so klárt og týðiliga, at tað kann ikki misskiljast, at trúgvin kemur ígjøgnum tað, at vit hoyra gleðiboðskapin; og gleðiboðskapurin verður boðaður av teimum, sum send verða. Tað er ein greiður samanhangur millum gleðiboðskapin, boðanina, hoyrnina, trúnna og frelsuna.
Hvussu kann nakar verða frelstur uttan um henda samanhangin? Spyr ápostulin. Og tað er greitt, hvat svar ið hann væntar: Eingin kann verða frelstur uttan við trúnni á Jesus. Tessvegna má gleðiboðskapurin verða boðaður fyri øllum fólkasløgum, fyri øllum menniskjum, so skjótt sum gjørligt.