Vit mugu læra at siga takk

Skrivað: C. Bartholdy
Týtt: Henry D. Joensen

“Og verðið takksamir!” (Kol 3,15)

Tað er ikki okkum í kjøtið borið at vera takksom. Børn mugu læra at siga takk. Ja, verða terpað inn í tey. Mong læra tað ongantíð. Gud nevnir heldur ikki nógv um takksemi. Hann oysir okkum undir við jarðiskum gávum; men ongantíð nakran seðil hangandi við: tú hugsar um meg við eini tøkk, skrivað á? Tá ið Jesus doyði á krossinum, vóru seinastu orð hansara ikki: nú eru tit mær takksom?

Av natúr eru vit nevniliga óvinir Guds, lúnut og trútin, tí vit fingu ov lítið samanborið við so mong onnur. Ilsk um, at hann tók gávur sínar aftur, sum hann so mangan ger. Tí má ein kollveltandi broyting henda okkum, tá ið vit fáa eygu á Guds undurfullu gávur. Honum, ið tók alla okkara synd á seg og gjørdi alt til fulnar við deyða sínum og uppreisn.

At vera sátt við Gud og at liva lívið at enda undir hansara sáttargerð, tað er hitt størsta, ið kann viðurfarast einum menniskja. So kunna vit kanska sum børn so við og við læra at vera takksom, hóast tað hjá okkum er eins og børnunum, strævið at fáa lært tann setningin. Minnist væl móður, hvussu hon óteljandi ferðir segði, tá ið onkur fekk handaða ein gávu: “Hvat sigur tú so?”

Tá ið ein gerst gamal, verður ein skjótt krillutur. Tú gerst kaldur. Í hesum parti av heiminum tykist mær er kalt at búgva. Hesin kuldasnertur kennist líka at hjartanum. Leggi eins og einki í nakað. Hevur tú slíka kenslu, einki at takka fyri, er vandi á ferð. Tá er tann andaligi deyðaskjálvtin í durinum. Loysnin er tann at krúpa til krossin – bókstaviliga – og siga við Grundtvig:

Tó úr tíni benjarkeldu

spratt ein á við makt og veldi,

sum kann klúgva klettin harða,

sum kann bræða ísin glæra,

sum kann hjartað tváa reint.

(SB 174,5)