Vónin

Skrivað: Hanus á Gørðum

Latið tykkum ikki víkja frá vónini, gleðiboðskapurin gevur sigur Paulus Kol.1,23.

Hetta er eitt orð at leggja sær á hjarta og at grunda yvir. Gleðiboðskapurin er Guðs boðskapur til falnar syndarar um frelsu sum Jesus hevur vunnið á krossinum tá ið hann rindaði synda skuld okkara. Gleðiboðskapurin sigur at náði er gáva, sum veðrur latin tí, ið tekur ímóti fyri einki, sum setur sítt álit á Jesus. Hesin boðskapur kveikir trúnna og vón í hjartanum. Trúnna á Jesus, at hann er frelsari mín og vónin um at eg fyri hansara skyld skal koma heim í Guðs æviga ríkið. Lat meg ikki víkja frá hesi vón sigur ápostulin. Hetta er ein sera neyðug áminning. Tí tað er so nógv sum vil køva vónina. Tá hin óndi kemur og minnir okkum á okkara gomlu syndir kenna vit til sálarkvøl og trúarstríðið. Tá vil hin óndi hava okkum at hugsa : eingin vón er fyri mær, eg komi ongantíð heim til Guðs. Men tú mást ikki lata teg lokka burtur frá vónini sigur Guðs orð. Hetta er ikki ein tóm og grundleys vón, gleðiboðskapurin veitur okkum. Tí hon er bygd á Jesus fullgjørda verk á Golgata. Hann hevur gjørt alt væl. Tann sum setur álit sítt til hansara ger sær ikki fyri skommum.