Andaktslív

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Í síðstu viku var eg á Glyvrum og helt ein bíbliutíma. Tey høvdu givið mær evnið: ”Týdningurin av einum regluligum andaktslívi”.

Flestu okkara fingu ta gávu sum barn, at vit lærdu at biðja Faðir Vár. Foreldur ella ein omma ella abbi bað við okkum og segði okkum bíbliusøgu. Lærdu okkum um Gud Faðir og Frelsaran Jesus. Hjá nøkrum varð eitt stykki, ein andakt, lisin og borðbøn biðin. Morgun og kvøld vórðu vit á henda hátt løgd í Guds hond. Fyri tey mongu var hetta so sera trygt! Og nógvar mammur, eisini í dag, leggja síni børn í Guds hond á sama hátt, sum teimum var givið, tá tær vóru børn. Soleiðis hildu og halda foreldur og onnur andakt við teimum smáu.

 

Týdningarmikið

Nú, vit eru vaksin, munnu mong okkara hava styttri ella longri løtur, kanska regluliga, kanska tá tað liggur fyri, har vit lesa eina andakt, eitt bíbliuvers, ein sálm, ella vit einans biðja eina bøn, kanska kvøld- ella morgunbøn ella bara Faðir Vár. Sera gott!

Men evnið, tey á Glyvrum góvu mær, sigur, at hetta er týdningarmikið! Skalt tú tosa um týdningin av einumhvørjum er tað tí, at tað veruliga hevur týdning! Annars varð tað bara lopið um! Men hetta letur til at hava týdning!

So stóran týdning hevur tað fyri nøkur,at ein kona segði mær, at maður hennara als ikki kundi fara til arbeiðis uttan í minsta mát at biðja Faðir Vár og signa seg. So viðhvørt kom hann rennandi niður gjøgnum trappurnar á veg til arbeiðis, meðan hann bað seg lidnan og signaði seg. Hevði forsovið seg. Men uttan hetta týdningarmikla kundi hann als ikki fara út. Tað hevði verið sum at vera bara hálvt ílatin. Ella hálvnakin!  

 

Tað nýggja lívið

Men hví hevur hetta so stóran týdning?

Andaktin, sum vit nevna løturnar, har vit lesa Guds orð, lesa stykkir ella bøkur, sum greiðgera Orðið. Har vit eru still fyri Gudi í bøn, ákallan og lova honum. Alt hetta, sum undir einum hevur fingið heitið: ”andaktslív”.

Vit, sum í dópinum eru endurfødd og gróðursett í Kristi og liva í trúgv á hann, vit liva eitt nýtt lív! Kristinlívið ella trúarlívið. Skulu vit verða varðveitt í okkara trúarlívi, má tað fáa føði! Annars doyr tað. Eins og alt annað lív, sum ikki fær ta føði, tí tørvar.

Hóast vit kanska ganga í kirkju, á møti ella aðrar kristnar samkomur, kanska hoyra andaktina í Útvarpinum og aðrar sendingar í fjølmiðlunum, tørvar okkum at røkja okkara andaktslív. 

Tí tað, at vera stillur fyri Gudi, styrkir, gevur vegleiðing og minnir okkum á, hvør Gud er, og hvørji, vit sjálv eru.

At vit eru syndarar, sum dagliga synda og tørva fyrigeving. At vit als ikki megna at liva lívið rætt, uttan hansara vegleiðing og hjálp.

At hann, Gud Skaparin, er faðir okkara, sum elskar okkum og samstundis hevur alt vald í Himni og á jørð!

At hann, Jesus Kristus, er frelsari heimsins, vegurin, sannleikin og lívið, sum bar okkara synd og nú gongur í forbøn fyri okkum heima hjá Faðirinum.

At hann, Heilagi Andin, er vegleiðarin, sum vísir okkum á okkara synd og síðan á Jesus, sum doyði fyri okkum. Hann, sum gevur okkum trúgv á Jesus!

Tí er tað týdningarmikið at røkja andaktslívið, so at tað verður ein regluligur táttur av okkara gerandisdegi!

Sólbjørg Símunarson, Argir