Andrias Garðsá volontør í Heimamissiónsungdómi

Eftir summarferiuna byrjar Andrias Garðsá sum volontør hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Her verður hann knýttur at ungdómsarbeiðnum og fer tí at arbeiða nógv saman við ungdómsráðgevanum, Kartin Høgnesen.

Umframt at hjálpa til við ungdómsarbeiðnum, skal Andrias eisini arbeiða við miðlunum hjá Heimamissiónini og hjálpa til teimum ymsu tiltøkumum, ið eru á skránni. Hetta er ein liður í strategiini hjá Heimamissiónini at styrkja bæði ungdómsarbeiðið og miðlaarbeiðið.

Ikki seldur beinavegin

Fryntligi ungi havnamaðurin er júst liðugur við miðnámsskúla, og tí var stóri spurningurin hjá honum, hvat hann skuldi gera eftir summarfrítíðina.

⁃ Eg brúkti nógva tíð til at hugsa um hvat eg skuldi gera, og eg vildi gjarna royna nakað nýtt og øðrvísi, men at verða í Heimamissiónini var ikki í mínum tonkum, greiðir Andrias frá.

Men hóast arbeiði sum volontør ikki hevði verið í tonkunum, so setti ein fyrispurningur frá aðalskrivaraum, Jákup Brúsá, tankarnar í gongd.

⁃ Jákup spurdi um eg var áhugaður, og helt eg eisini at tað ljóðaði spennandi. Men eg var ikki heilt seldur uppá hugskotið. Eg hugsaði meg um, og meir eg hugsaði um tað – meira spennandi gjørdist tað. Og tí kom eg til niðurstøðuna, at tað er her eg skal vera.

LES EISINI  Trúpoddurin 17 við Jákupi Brusá

Ein spennandi møguleiki við nógvum royndum

Ein volontørur fær ikki fulla løn, men eina minni mánaðarliga samsýning, hóast hann er fulla tíð til arbeiðis. Men havnamaðurin stúrir ikki fyri tí, og gleðir seg at fáa nógvar royndir, har uppgávurnar eru sera ymiskar.

⁃ Eg sleppi at royna nógv ymiskt og fáa royndir har. Eisini komi eg at síggja og uppliva hvussu eitt kontór og virksemi annars er á einum slíkum arbeiðsplássi. Hetta eru avgjørt royndir, sum eg kann brúka seinni í lívinum. Tað gleði eg meg til.

Andrias hevur verið partur av ungdómsarbeiðnum í Meinigheitshúsinum í Havn í fleiri ár, og tí veit hann væl hvussu týdningarmiklar tær sjálvbodnu hendurnar eru.

⁃ Hetta er ein góður møguleiki hjá øllum at geva. Í hesum føri ikki í pengum, men í tíð, sum eisini er týdningarmikið. Eitt slíkt arbeiðið er ikki bara gott fyri Heimamissiónina, men eisini fyri ein sjálvan. At seta seg niður og veruliga finna útav, hvat skal til fyri at røkka fleiri fólkum. Tað trúgvi eg øll kunnu – bæði ung og eldri, sigur Andrias at enda.

LES EISINI  Trúpoddurin 15 við Kartin Høgnesen

Kundi tú hugsa tær at arbeitt sum volontørur hjá Kirkjuligu Heimamissiónini ella hjálpt til á annan hátt, kanst tú skriva aðalskrivaran á jakup@mission.fo.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina