Annar jóladagur: Uttan kross, eingin krúna

Jesus sigur: “Hvør tann, ið tí vil kennast við meg fyri monnum, hann vil eisini eg kennast við fyri faðir mínum, sum er í himlunum. Men hvør tann, ið avnoktar meg fyri monnum, hann vil eisini eg avnokta fyri faðir mínum, sum er í himlunum.

Haldið ikki, at eg eri komin at bera frið til jarðar; ikki eri eg komin at bera frið, men svørð. Tí at eg eri komin at elva stríð millum mann og faðir hansara, millum dóttur og móður hennara, millum sonarkonu og vermóður hennara; og húsbóndin skal fáa sítt egna húsfólk til óvinir.

Tann, ið elskar faðir og móður meir enn meg, er mær ikki verdur; og tann, ið elskar son ella dóttur meir enn meg, er mær ikki verdur. Og tann, ið ikki tekur kross sín og fylgir mær eftir, er mær ikki verdur. Tann, ið bjargar lívi sínum, skal missa tað; og tann, ið missir lív sítt fyri mínar sakir, skal bjarga tí” (Matt 10,32-49).

 

Annar jóladagur verður eisini nevndur Sankta Stefansdagur, til minnis um fyrsta kristna blóðvitnið, Stefan (Áps 6 og 7). Tað er nokk ikki bara eg, sum onkuntíð undrist á, at forfylging av kristnum verður sett á breddan mitt í jólahátíðini. Vit hava ikki meira enn hoyrt jólaevangeliið um Guds frið á jørð, so ljóðar ein heilt annar boðskapur longu annan jólamorgun um ófrið og forfylging og trongdir. Tað er sum um vit ikki rættiliga fáa loyvi til at njóta jólafriðin í frið, so verður alt oyðilagt av hesum boðskapinum um, at tað er ein krossur at bera.

LES EISINI  Forfylgd vegna trúgv sína

Men tað er kortini ikki tilvild, at tað er lagt soleiðis til rættis heilt frá fornkirkjuni. Tí kristindómurin er ikki ein veruleikafjarur dreymur. Nei, kristna trúgvin er sára veruleikanær, realistisk.

Eins sannur og undranarverdur sum jólaboðskapurin er um Guds frið í menniskjahjørtum, tí sonur hansara varð føddur at bjarga okkum – eins satt er tað, at kristni boðskapurin møtir mótstøðu í hesum heimi. Og at tey, ið seta sítt álit á henda boðskap, eisini eru fyri mótstøðu. Tað er tí ikki nakar mótsetningur millum jólafriðin 1. jóladag og so ófriðin 2. jóladag.

Hagtølini vitna um, at tað ikki er minni grund nú at seta ein dag um árið av til teirra, sum líða fyri trúnna á Jesus. Seinastu 100 árini eru tað nevniliga fleiri, sum eru dripin fyri trúgv sína á Jesus, enn tað vóru tey fyrstu 1.900 árini hjá kristnu kirkjuni.

Jesus Kristus kom í heimin – Guds sonur lat seg føða inn í okkara syndafulla heim sum eitt menniskja – sum ein av okkum – fyri at bjarga okkum undan avleiðingunum av okkara synd, fyri at skapa frið millum okkum og Gud, og fyri at bera okkum sín himmalska frið.

Tað er tann jólafriðurin, vit eru saman um á jólum, men sum vit gjarna eisini skulu savnast um og frøast um hvønn dag alt árið. Tí tað gagnar so lítið, um vit bert liva í Guds friði millum jól og nýggjár, um alt er gloymt aftur millum nýggjár og jól.

Men Jesus ger okkum altso fullkomiliga greitt beinanvegin, at tað er eisini ein krossur at bera hjá hvørjum einstøkum, sum setur sítt álit á frelsaran í krubbuni. Tí orðar hann seg so ógvusliga, tá hann sigur: “Haldið ikki, at eg eri komin at bera frið til jarðar; ikki eri eg komin at bera frið, men svørð. Tí at eg eri komin at elva stríð millum mann og faðir hansara” og so framvegis. Altso millum menniskju, sum annars eru hvørjum øðrum kær, er Jesus komin at elva stríð.

LES EISINI  Farsóttin setur forfylgd kristin í enn størri vanda

Frelsan, sum Jesus Kristus kom fyri at vinna okkum, er fullkomiliga ókeypis. Tað er jú tað, orðið “náði” merkir. Náðin er altíð fullkomiliga ókeypis, hon kann hvørki keypast við góðum gerðum, vøkrum atburði, inniligum bønum, hjartaligum angri ella nøkrum sum helst av okkara. Náðin er altíð fullkomiliga ókeypis, annars er tað als ikki náði.

Men so ókeypis sum frelsan er, so dýrt kann trúgvin á frelsaran kosta okkum.

Ja, Jesus fyrireikar okkum uppá, at vit koma at møta mótstøðu, um vit vilja fylgja honum. Tað er ikki annað at vænta, tá ein trýr á ein frelsara, sum heimurin hvørki kann ella vil skilja.

Jú, krøvini hjá Jesusi til síni børn eru ógvuliga stór: “Hvør tann, ið kennist við meg fyri monnum, hann skal eg eisini kennast við fyri faðir mínum. Men hvør tann, ið avnoktar meg fyri monnum, hann skal eg eisini avnokta fyri faðir mínum… Tann, ið elskar faðir og móður meir enn meg, er mær ikki verdur; og tann, ið elskar son ella dóttur meir enn meg, er mær ikki verdur. Og tann, ið ikki tekur kross sín og fylgir mær eftir, er mær ikki verdur. Tann, ið bjargar lívi sínum, skal missa tað; men tann, ið missir lív sítt fyri mínar sakir, skal bjarga tí.”

Tað er ein krossur at bera fyri tann, ið vil hoyra Jesusi Kristi til. Tí uttan kross er eingin krúna á tí eina degi. Men gleðiboðskapurin er, at hann, sum varð føddur undir neyðarsligum umstøðum í Betlehem, hann bar allar okkara syndir á sínum herðum upp á krossin og negldi tær á krossin einaferð fyri allar. Hann bar mín og tín skuldarkross fyri okkum og vann okkum harvið eina krúnu í Guds æviga ríki. Og av tí grund gongur hann við okkara lið, meðan vit bera okkara kross her á jørð.

Tann kross fyri Jesu skuld sleppur eingin av okkum undan at bera. Men Jesus ber krossin við okkum.

Soleiðis sum tað stendur hjá Jesaja profeti: “Alt at ellisárum eri eg hin sami; eg beri tykkum, til hárini á tykkum grána; eg lyfti og fari undir tykkum, eg beri og bjargi tykkum.” (Jes 46,4)

LES EISINI  Hevur tú ikki jólafrið í hjartanum, finnur tú hann ikki undir trænum

Tað er ein krossur at bera, sum vit ikki sleppa undan, so framt vit vilja hoyra Jesusi til. Men hann ber kross okkara við okkum, ja, hann ber okkum. Og honum hoyra vit til, bæði í lívi – hvat so skal møta okkum – og í deyða – tá hann einaferð kemur. Í trúnni á hann eru vit hansara, nú og um ævir.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina