Árligi arbeiðsdagurin í Nesvík verður leygardagin 14. juni

Árligi arbeiðsdagurin í Leguhúsinum í Nesvík verður leygardagin 14. Juni. Tørvur er á øllum hjálpandi hondum at gera Leguhúsið klárt, áðrenn summarlegurnar byrja.

Talan er um alskyns uppgávur so sum reingerð, viðlíkahald, at lyfta, bera, rudda, skrúva, v.m. – og øll kunnu vera við so leingi, sum tað liggur fyri. Tað er ovmikið at gera til allar hendur, og bæði kvinnur og menn, ung og eldri, kunnu vera við til at gera umstøðurnar í nógv brúkta leguhúsinum enn betri.

Byrjað verður við morgunmati og eini andakt klokkan 9.00. Síðani verður farið í gongd við arbeiðið. Á middegi verður døgurði, og arbeiðsdagurin endar klokkan 16.

Til arbeiðsdagin í fjør møtti ein rúgva av fólki upp, og í góðveðrinum varð arbeitt bæði úti og inni.

Fyri matgerðina er best, um fólk boða frá luttøku á telefon 230076 ella til sigvald@mission.fo.

Takk, um tú vilt koma við at veita eina hjálpandi hond til arbeiðsdagin.

LES EISINI  Arbeiðsdagar í Nesvík – eini 10-20 fólk til arbeiðis hvønn týsdag

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina