Ársins ungdómslega er byrjað
21. juli byrjaði ungdómslegan hjá HMU, har meir enn 110 ung møttu spent í Nesvík. Sofan fyltist,og frá byrjan av var gott lag á teimum ungu.
Hvørt ár samlast ung úr 8.-10. flokki til ungdómslegu í Nesvík. Í ár er eingin yvirskrift, sum undanfarin ár, men evnið verður út frá Róm 8,1. Tað verður Eyðbjørn Jacobsen, ið kemur at tala til tey ungu. Umframt bíbliutímar, er eisini nógv annað á skránni. Til leguna er tíð sett av til Gud við t.d. hússjløtum, lovsangi og kamarspráti. Eisini verða kappingar og undirhald á skránni, og sjálvandi fáa tey góðan mat.
“Vit gleða okkum ómetaliga nógv at hoyra, hvat Gud hevur at siga okkum á leguni í ár. Vit vóna at síggja tey ungu fáa eitt størri hjarta fyri Jesusi.” – siga kamarsleiðararnir, ið eru á leguni.
Aftur í ár eru nøkur nýggj andlit, og tað gleðast vit um. Men sjálvandi eru nógv ung, ið hava verið ofta á legu, og fyri hesi er tað ein sjálvfylgja at man meldar seg á ungdómslegu.
“Eg gleði meg til lovsangsløtuna tað síðsta kvøldið, hon plagar altíð at vera góð” – sigur ein afturvendandi luttakari.
Vit vilja heita á teg at biðja fyri teimum ungu, leiðarunum og leguni.