Leita
Kirkjuliga Heimamissiónin bjóðar til ein spennandi dag í Nesvík við fyrilestrum, frágreiðingum um arbeiði og felagsskapi. Hetta er dagurin, har vit umrøða gongdina í missiónsarbeiðinum, framtíðarætlanir og møtast við missiónsfólki úr øllum landinum.
Gestur í ár er Hans-Ole Bækgaard, sum er formaður fyri Indre Mission í Danmark. Hann er virkin í almenna kjakinum í Danmark, har hann íðin verjir rættin til eina kristna lívsáskoðan í einum postmodernaðum samfelag. Hans-Ole hevur áður starvast sum prestur bæði í Danmark og Ísrael.
Heimamissiónin vil fevna um menniskju frá vøggu til grøv. Allir aldursbólkar eru vælkomnir, og tað er gott við tiltøkum og tilboðum til hvørt ættarlið og lívsstøðu. Men vit hava eisini tørv á hvørjum øðrum – menniskjaliga og andaliga. Hvønn týdning hava savningarmegi og felagsskapur í missiónsarbeiðinum?
Orðið ‘lýdni’ kann fyri mong kristin hava ein negativan klang yvir sær. Tað ljóðar sum um, at tað er nakað ‘eg skal’ fyri at blíva frelstur ella fyri at vera góður nokk í eygunum hjá Gudi og øðrum menniskjum. Hvussu hongur hetta saman við evangeliinum sum tí glaða boðskapinum?
Jesus kallar okkum sum sínir vinir og lærusveinar at vera vitni – til at vera trúfast tilstaðar í tí tíð, støðu og lívsmøguleikum, sum eru okkara. Hvussu? Kunnu vit bjóðast av og kveikjast av umstøðunum, soleiðis sum profeturin Jeremias upplivdi tað.
Tilmelding er ikki neyðug til máltíðirnar leygardag, men til ber at rinda 50 kr. fyri ávikavist døgurða og nátturða (børn undir 14 hálvan prís).
Drekka verður aftaná møti og ungdómsmøti.
Stórt bókaborð er allan dagin.
Barnaansing er undir møtinum.
Vel upphædd
Upplýsingar um teg