Ársmøti í Nesvík er skotið í gongd 

Ársmøtið hjá Heimamissiónini byrjaði í Nesvík í morgun við felagssangi og einum fyrilestri frá danska prestinum Jens Ole Christensen. Fleiri enn 100 fólk møttum upp tíðliga fyri at savnast í góðum anda til íblástur .. 

Jens Ole Christensen talaði yvir evnið “At síggja heimin gjøgnum krossin”, og boð hansara vóru greið: Kristna lívið snýr seg ikki um vald og framíhjárætt, men um at fylgja Jesusi í veikleika, eymleika og við sjálvsoffrandi lyndi. 

Hann vísti á, hvussu rørslur á bæði vinstri- og høgravongurin ofta stríðast fyri forrættindum hjá øðrum ella sær sjálvum. Men Jesus, segði hann, stríddist ikki fyri at vinna sær forrættindi – hann gav tey upp. Hann frelsti ikki heimin við styrki, men við veikleikanum á krossinum. 

Eitt týdningarmikið evni í taluni var munurin millum synd og frelsu: 

“Grunddynamikkurin í syndini er, at eg seti meg í Guds stað. Grunddynamikkurin í frelsuni er, at Gud setir seg í syndarans stað,” segði Jens Ole Christensen. 

LES EISINI  Heimamissiónin ársmøti í Nesvík: Saman eru vit ávegis 

Hann minti eisini tey, sum møttu upp, á, at Jesus sjálvur kendi til ótta, og tí eru tey, sum stríðast við ræðslu og órógv, í góðum felagsskapi. Við at vísa til orð Jesu í Jóhannesar evangelii – “Verið ikki óttafull, tí eg fari til Faðirin” – eggjaði hann til álít í lívsins óvissum. 

Eitt sterkt høvuðspunkt í taluni var, at vísdómur krossins tók sjálvan Djevulin av fótum. 

“Djevulin hevði sæð mong mótálop, men hetta hevði hann ikki sæð: Ein maður, sum doyði fyri vinir sínar. Tá ið Djevulin fór í Judas og fekk hann at svíkja Jesus, gjørdi hann í veruleikanum sjálvmorð.” 

Sambært Jens Ole Christensen liggur dýrdin hjá krossinum júst í veikleikanum. Tann, sum vil tæna Jesusi, má vera til reiðar at deila henda eymleika, at vera ópopulerur og sleppa sínum egnum valdi – ikki sum ein gudilig venjing, men tí menniskju hava tørv á tí. 

“Faðirin vil heiðra tann, sum gevur síni forrættindi frá sær,” segði hann við støði í Jóhannes 12:26. 

LES EISINI  Stórmøti - ársmøti leygardag

Hann endaði við at eggja til at síggja veikleikar í meinigheitum sum part av veruleikanum hjá krossinum: 

“Tá ið vit í meinigheitum uppliva veikleikar, er tað tí, at vit deila eymleikan á krossinum saman við Jesusi. 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina