At røkka málinum
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.
Í summar vóru vit á súkkluferiu gjøgnum týska Friesland og eftir Hervegnum til Danmarkar. Vit fóru yvirum tríggjar áir, fyrst við ferju yvirum Ems, sum rennur beint norðanfyri markið til Hollands, síðani við bussi undir Weser, sum rennur bæði gjøgnum Bremen og Bremerhaven, og at enda við ferju yvirum Elben.
Hendan eina dagin gistu vit í lítlum býi við Weser, sunnanfyri Cuxhaven, og súkklaðu tvørturum til Elben fyri at sleppa undan stórbýnum. Høvdu sett okkum fyri at gista í býnum Glückstadt hinumegin Elben komandi nátt.
Sólin bakaði. Sum dagurin leið, steig hitin upp frá tí upphitaðu súkklurásini. Tað var mótvindur, so sveittin lak av mær. Meðan ein kilometur fyri og annar eftir verður lagdur afturum, fari eg at hugsa um svalligt kamar við kaldari brúsu og góðari song. Sera dragandi! Tað mundi vera lætt at finna eitt kamar! Man Henning ikki hugsa tað sama? Hann verður glaður, um eg spyrji hann! Men so ljóðar tað aftanífrá: ”Tú, góða, tú ætlar, at vit skulu yvirum í kvøld, ha?”
Henning sær ikki andlitsbrá mítt, tá eg hugsi: Áh! Einki svalligt kamar enn á sinni! ”Jú”, sigi eg. ”Tú orkar?” ” Ja, eg orki væl, og so eru vit komin so langt! Tað er tað, vit ætla!” ” Ja, tað er tað, vit ætla!” Eg menni meg. Hitan og sveittan má eg skola av mær, tá vit koma fram. Suff!!
Hinumegin Elben síggja vit munnan av Kielerkanalini, eitt kjarnorkuverk og smábýir. Endiliga koma vit til ferjuna. Nú er bert ein løta at bíða, sigla yvirum og so teir síðstu kilometrarnar til Glückstadt. Kamar finna vit altíð – spennandi, hvar tað verður í nátt!
Men hygg, bilrøðin! Har standa ikki bara nakrir fáir bilar, men ein long, long røð! Sum fyrr í tíðini, tá vit bíðaðu eftir Sam á Oyrargjógv. Nøkur hava hurðina opna og standa og práta. Eingin skeldar ella rópar. Tey bíða bara! Men er hetta ikki eitt framkomið land? Og so nógv bíða eftir ferjuni? Her mátti verið um ikki ein brúgv so ein undirsjóvartunnil! Hvussu hevði verið, um hetta var í Føroyum í 2016?
Vit á súkklu sleppa við fyrsta farti. 20 minuttir yvirum. Fýra ferjur røkja rutuna. Hetta kvøldið eydnast at fáa kamar triðju ferð, vit spyrja. Á vallaraheiminum, heilt niðri við ánna. So sera vakurt.
Dagurin var sum ein prædika. Tað var gott, at eg ikki var einsamøll, tí so var eg givin langt áðrenn, vit komu á mál! Men vit fylgjast, so tá annar er um at lúgvast, eggjar hin til at halda á. Og øvut. Jesus sendi eisini lærusveinarnar út tveir og tveir. So teir kundu styrkja hvønn annan.
Tí tað ræður um úthaldni. At havi málið fyri eyga. Ikki at lata trupulleikarnar nú fáa valdið, so at teir steðga mær, ella fáa meg á skeiva leið! So læri eg eisini at vera tolin, um tað so er í trúarlívinum, ella tað er til at standa í langari bíðirøð!
Takksom sovnaði eg hetta kvøldið: So avbera gott, at vit rukku á mál!
Sólbjørg Símunarson, Argir