At tosa við seg sjálvan

Snorri Brend

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Nær byrjaði tú at tosa við teg sjálvan?
Henda spurningin datt eg framá fyri nøkrum vikum síðani. Minnist ikki beint nú, hvar tað var, men spurningurin rakti nakað í mær: Er tað nakað, sum eg geri nógv av, so er tað júst hetta at tosa við meg sjálvan. Tað byrjaði vist í 2018, tá konan var á bíbliuskúla í Danmark og eg hevði ongan vaksnan at tosa við eftir loknan arbeiðsdag …. men hasin Snorri, var ikki heilt av leið sum samtalupartnari!


OK, lat meg viðganga tað beinanvegin, at eg viðhvørt sigi okkurt ókvæmisorð hart, tá illa gongst í hond ella man smekkar lítlutá í eitt stólabein ella líknandi. Men hetta at tosa við seg sjálvan, ella rættari sagt: ráðføra meg við meg sjálvan hart, tað kemur fyri hvønn einasta dag.

Henda dagin var eg í eplaveltuni og skar nøkur fløg. Men illa gekst í hond, tí hakin var óhvassur, jørðin moldfátøk og nógvur steinur í. Man ger sítt besta, men at enda gongur orkan, viljin og hugurin undan, og er tað tá, at man fer at tosa við seg sjálvan, ella rættari: at skelda seg sjálvan.


Frammanundan hevur man ferð eftir ferð tosað hart við seg sjálvan um, hvat best er at gera, men at enda tímir ”hin” ikki at svara, … og so er tað, at ”hesin” fer at skelda seg sjálvan hart. Hopi ikki at nakar hoyrdi meg, men eg royndi at vanda mær um orðini … Snorri!!!! Taaaak teg saman, din klóvn, – og verri orð enn tað!


Ikki tí, eg eri ikki tann fyrsti og heldur ikki tann seinasti, sum ger hetta. Hugdi í farnu viku eftir filminum, sum er skrivaður eftir skaldsøguni ”Gamli maðurin og havið” eftir Ernest Hemmingway, har útróðrarmaðurin Santiago fangar er ovurstóran svørðfisk. Hann stríddist – ikki við úlvin – men við fiskin í samfullar tríggjar dagar, – og hví skuldi hann ikki tað? Hann hevði einki fiskað í samfullar 84 dagar, men gavst at enda við stríðnum, og bant bara fongin til síðuna av bátinum.

Tað er gjøgnum alt hetta stríðið, at Santiago alla tíðina tosar við seg sjálvan um, hvussu tað gongur, hvat hann nú skal gera, hví hann ikki gjørdi hetta ella hatta – og hvussu nógv hann má stríðast fyri ein einstakan fisk. Hetta gevur honum styrki og áhaldni til at fullføra stríðið og megna at rógva bát og fisk at sandstrondini aftur.


Takk, Santiago, at tú styrkti meg í trúnni í, at eg eri ikki tann einasti, ið geri hetta. Hugsa bara um ítróttarfólk, ið geila seg sjálvi upp og fokusera uppá uppgávuna við at rópa ”Come on”, áðrenn tey leggja til brots.


Og, tá satt skal sigast, so sigur vísindin, at tað er veruliga gagnligt at tosa við seg sjálvan. Tað er hvørki pínligt, merkt av hallusinasjónum ella nakað annað. Hetta er í roynd og veru við til at betra um eftirlitið við ta uppgávuna, sum tú ert í ferð við at loysa.


Tað sigst, at vísindamenninir Einstein og Newton høvdu djúpar og torførar samrøður við seg sjálvar. Tá Conan Doyle skapti viðagitnu hetju sína, Sherlock Holmes, ivaðist hann heldur ikki í geva honum henda vanan.

Kanska man skuldi farið á flot …

 – – – –

Snorri 1: Nå, hvat munnu fólk fara at siga til tað, sum eg havi sent Edvardi?

Snorri 2: Tja, tað er so spurningurin.

Laaang pausa.

Snorri 1: Veist tú, hvat. Nú havi eg brúkt sooo langa tíð uppá henda bloggin, at eg sendi hann bara avstað. So kunnu aðrir ekspertar avgera, um tað hann er góður ella ringur. Ikki sannheit … ?

Snorri 2: Svarar ikki. Er farin sín veg!

Snorri 1: Sama ger: Tað, sum eg havi sent, tað havi eg sent!