Avslappandi eginleikar við spælinum

Greinin her er grundað á útlendsk viðurskifti og aðra mentan enn tann føroyska. Kortini meti eg, vit kunnu taka fleiri ting til okkum at hugsa um, hví, vit gera so, sum vit gera. Bøn, Bíblia og felagsskapur er og má altíð vera okkara fasta grundarlag hvíludagar, eins og allar hinar vikudagarnar. Men hugsið einaferð, um spæl kann leggja okkurt afturat …

Spøl kunnu fáa okkum aftur á beint aftaná skaðar, íkomnir vegna ógvisligar arbeiðsbyrðar í eini avriksstýrdari arbeiðsmentan. Løgið nokk, so varnast vit ikki dømini hjá børnunum, sum er júst frammanfyri okkum, men gerast ofta ov álvarslig um alt, sigur Keri Wyatt Kent.

Keri Wyatt Kent

Keri Wyatt Kent er leikpastorur í Willow Creek Community Church, har hon hevur verið í 30 ár. Kent hevur skrivað 11 bøkur. Hon talar og prædikar um alt landið.

Tú tænir børnum, so tú veist alt um spæl. Og hóast okkara starv at leiða og tæna børnum er týðandi og meiningsgevandi, so kunnu vit kortini av og á missa nakað av gleðini við hesum.

Hvat merkir tað at spæla, at verða eins og børnini(sum ikki er tað sama sum at vera barnsligur) Og hvat meinti Jesus við, tá hann segði, at tey størstu í kongaríki hansara vóru tey, ið valdu at verða júst sum børnini? Vildi hann hava okkum at vera kát og skemtilig? Merkir hetta, at vit øll áttu at spælt meira høvdingabólt?

og segði: »Sanniliga sigi eg tykkum: Um tit ikki venda um og verða eins og børnini, koma tit als ikki inn í himmiríkið.
Matt. 18,3

Hóast vit hava eina øðrvísi áskoðan á tað at vera barn enn Jesus og hansara samtíðarfólk høvdu, so kemur hann kortini fram at bjóða okkum av at líta á hann. Leiðsla freistar okkum ofta at trúgva ov fast á egnan týdning. Spøl víðka okkara evni til at verða býtt og fjákut eina løtu, at savna seg um okkurt, ið als ikki hevur nakra meining annað, enn endamálið at hava tað stuttligt. Spælið noyðir okkum at loysa takið í okkara æru og stoltleika. Tað venur okkum eyðmjúkleikans torføra kynstur. Vit royna ofta at smoyggja okkum undan “vandanum” at koma at síggja dólgslig og býtt út. Tað er løgið, tí Jesus segði, vit skulu vera eyðmjúk, at vit eftir øllum at døma hava trupult við at “geva leyst” og tvíhalda heldur um okkara sjálvhátíðarligheit, serliga um vit eru leiðarar.

Ein máti til meira spælitíð í okkara lívi er at halda hvíludagin – at taka ein dag um vikuna at hvíla frá okkara verki. Spøl kunnu avgjørt vera ein lutur í hesum, og tað er neyðugt at endurnýggja okkara sál frá skaðunum, íkomnir vegna ógvisligar arbeiðsbyrðar í eini alsamt avriksstýrdari arbeiðsmentan.

Dugir tú at spæla? Ofta eru vaksin bundin til ítrótt av ymsum slag, men hetta er við einum kappingarsinnaðum anda. Ella kanska ert tú í longu í eini ítróttar-deild, men tú mást rættvísgera tað sum ein “relationell boðan.” Tú “spælir ikki bara”; tú byggir brýr at luta gleðiboðskapin við onnur. Men hvat nú, um tað, “bert at spæla” er júst tað, Gud kallar okkum til sum partur í at halda hvíludagin heilagan?

Mong vaksin síggja venjingina sum stríð og strev heldur enn sum eitt spæl. Ella tað gerst ein tvingsilshugsan, ein gudur, tey skyldubundin offra stórar peniniganøgdir, tíð og orku uppá. Tey spæla ikki fyri stuttleika; tey venja fyri formin og at koma at síggja betri og yngri út, at útseta tí gongdini, sum ikki slepst undan, tað at gerast eldri. Ella tað gerst ein uppstrammari, enn ein trongd ella bundinskapur til okkurt. Heldur enn rætt og slætt at njóta eitt nú eitt eltingarspæl saman við børnunum, ella ein spákingartúr gjøgnum viðarlundina, vit kenna trongdina at taka lut í ekstremum sporti.

Hvíludagurin er ein andalig venjing, har spælið er ein avgerandi partur. Í spælinum kasta vit frá okkum alt, ið vanliga bindur okkum til tíðarætlan, effektivitet, ja enntá eitt mál. Tað spælandi elementið í hvílidegnum er lykilin til at endurnýggja sál okkara.

Chronos ella kairos
Gomlu grikkarnir skiltu millum tvey sløg av tíð. Chronos(ella kronos), navngivin av grikska gudinum, sum gloypti og svølgdi børn síni, tað er tann beina linjustýrda tíðin, kronologiskt, logiskt mált. Ein beinrakin mynd av okkara drivna samfelagi – taå káta og skemtiliga gloypt av okkara skundi og stákan. Alt tað, vit neyvt halda skil á við urum, klokkum og kalendarum er chronos, klokkutíð. Og hóast líkt er til, at vit hava tamarhald á tíðini við at máta minuttir, tímar og dagar, so sær hon kortini út til at hótta okkum við at gloypa okkum, at halda okkum føst í at renna í stúran og angist.

Men eitt annað orð er, kairos, sum hevur nakað við tær løtur at gera, tá vit gloyma okkum burtur frá tikkandi sløgunum frá klokkuni. Tað er júst tá, vit eru “í løtuni”, tá tíðin bara gongur, uttan at vit varnast tað. Tað merkir “í hesi løtuni” men eisini “í fylling tíðarinnar.” Eins og hvíludagurin, so er hetta heilag tíð, heldur Keri fram.

Áhugavert nokk, so ger Nýggja Testamentið, ið varð skrivað á grikskum máli, stóran mun á orðunum báðum. Serligar løtur, tá ið Gud trínur ínn á pallin, verða mettar sum Kairos løtur.

Hevur tú nakrantíð gjørt nakað so stuttligt, at tú misti tíðarkensluna? Okkurt stuttligt ella spennandi? Eitthvørt, ið ikki hevði nakað mál ella ætlan í sjálvum sær, okkurt tú gjørdi bara fyri stuttleikar ella av áhuga ella av spenningi fyri tí, og tú gloymdi alt um teg sjálvan og tín arbeiðslista? Við øðrum orðum, royndi tú nakrantíð bara at spæla? Tað at hava eina djúpa samrøðu við ein góðan vin, ella at tú lesur eina góða og spennandi bók, ella at hugsavna seg djúpt í einhvørjari skapandi verkætlan kann trýsta okkum inn í kairos-løtur.

At spæla er eitt spor til kairos. Tað setur okkum í samband við fylling tíðarinnar, tað endurnýggjar sálir okkara. Meðan bøn er ein týðandi andalig venjing, so er spælið tað somuleiðis.
Tekur tú tær tíð til at halda hvíludagin hvørja viku? Um tú kennir tað so, at sunnudagur er tann dagur, tú “arbeiðir” mest, so gev tær sjálvum ein annan dag um vikuna at hvíla í. Tá Eugene Peterson var pastorur í eini kirkju helt hann sín hvíludag, mánadagin í staðin. Hann og kona hansara plagdu at ganga túrar ella rætt og slætt at taka sær av løttum. Og hann bað samkomuna um ikke at ringja til sín mánadagar. Hann eyðmýkti seg sjálvan nokk til at viðganga, at honum tørvaði hvíld.

Um vit leingjast eftir at uppliva kairos løtur, so kunnu vit byrja uppá hetta við at læra at spæla. Spøl opna oftani tíðina á ein hátt, ið loyvir okkum at kasta tíðar-haftið frá okkum.

Um spælisjúka leiðir okkum inn í kairos, um tað onkusvegna loysir takið í okkara krevjandi tíðarætlan, so er tað ein hóskandi og sera gagnligur liður í okkara hvíludagsvirki. Pastor, Mark Buchanan skrivar í “The Rest of God:

“Spæl er niðurbrótandi. Tað máar støðið í handilsskapi. Tað niðurbrýtur tað, sum er neyðugt. Tað niðurbrýtur tað, ið gagnligt er. Tað niðurbrýtur allar teir kronos-stýrdu, taskmaster-lógarbundnu aktivitetirnar, sum eyðkenna tað mesta av okkara lívi, og gera okkum so sera sera gagnlig.

Hvíludagurin er til spæl.
Um tú heldur, tú aldri kann taka ein heilan dag at hvíla teg, byrja so við minni. Umhugsa møguleikan, at tú fert á eina ferð móti einum róligari lívsstíli, sum tað kann fara at taka tær rúma tíð at flyta fram á, ein ferð ið endurnýggjar títt lív og kann noyða teg til at taka nakrar ógvisligar avgerðir og broytingar.

Tær nýtist ikki at vera ein olympiskur hvíludagshaldari. Hvíludagurin varð gjørdur fyri menniskju, segði Jesus. Tað er eitt amboð, tú kanst nýta at gerast sunnari andaliga sæð – tættari knýttur at tí Gudi, ið elskar teg, meira friðsælur, meira glaður. Ikki fullkomin á nakran hátt. Bert sunnari.

Um tú hevði tíð at gera eitthvørt, tær dámar, hvat hevði tað so verið? Um tú ikki veitst, so skuldi ferð tín móti hvíludagsspæli byrjað fyri teg við tí einfalda spurninginum: Hvat elski eg?

Far tær ein spákitúr, les eina bók, sum avgjørt ikki kann hjálpa tær til tína næstu prædiku ella í tænastuni. Fá tær eina familjumáltíð og verð standandi har, heldur enn at renna avstað til ein stýrisfund ella til tína skrivstovu. Far ein súkklutúr ella ein spákitúr við familjuni. Njót eina samrøðu saman við hjúnafelaga tínum. Lat okkurt vera óliðugt. Lat spæl gerast tær eitt slag av hvílu.
Christianity Today. Keri Wyatt Kent

Greinin her er ein samandráttur av bókini hjá Keri Wyatt Kent, “Rest: Living in Sabbath Simplicity”

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina