Bergur Johannesen prestur í Danmark

Bergur Johannesen er 37 ára gamal og ættaður av Argjum. Saman við konu síni, Herthu, sum er ættað av Nesi, eiga tey døturnar, Karitu og Johannnu. Tey búðu í Keypmannahavn meðan hann læs gudfrøði. Síðani  2018 hava tey búð í Hillerød, har Bergur hevur starvast sum lærari. Í heyst hevur Bergur tikið “pasturaleksamiu.”

Longu tíðliga í lívinum fyltu teir stóru spurningarnir nógv hjá Bergi. Hugleiðingar um skapanina, meiningina við lívinum og tað, sum bíðar eftir deyðan, vóru ein partur av barna- og ungdómsárum hansara.

– Spurningarnir um, hvaðani vit koma, hvør meiningin er, og hvar vit fara, hava fylgt mær, so leingi eg kann minnast.

Tað stendur at lesa á heimasíðuni hjá Viborg Stift í Danmark, har vit hava tikið brot úr samrøðu við nýggja prestin, sum altso er føroyingur.

Dýpdin í Guds orði

– Í ungdómsárunum møtti eg kristindóminum og fekk svar uppá nógvar spurningar, eg hevði hugsað um. Síðani havi eg ynskt at læra meira og skilja betri dýpdina í Guds orði. 

Eins og hjá so mongum ungum fylti útbúgvingarvalið nógv. Hugurin fór í fleiri ættir, men at enda fall valið á gudfrøði. Hjá Bergi var tað torført at ímynda sær nakað meira meiningsfult, enn at brúka lívið upp á at læra um Gud og bera evangeliið víðari.

Leiðin til prestastarvið vísti seg ikki at vera einføld. Hann stríddist við iva, fór ígjøgnum bæði iva og sjálvsáskoðan. Hann arbeiddi stutta tíð sum telefon sølumaður og seinni sum fyribils lærari.

Ein serstøk uppgáva

Seinni møtti hann einum presti. Samrøðan við prestin endaði við eini kærleiksfullari og vælmeintari áheitan, um aftur at umhugsa prestastarvið. Hóast Bergur hevði funnið seg væl til rættis sum lærari, kundi hann ikki gloyma tey góðu orðini frá prestinum.

Í dag sær hann mong yrki sum bæði týdningarmikil og virðismikil. Ikki minst lærarastarvið og arbeiðið við at menna og útbúgva børn og ung til góðar samfelagsborgarar. Men fyri hansara egna viðkomandi hevur prestastarvið eina serliga uppgávu, sum røkkur út um nútíðina og tað ítøkiliga.

– Fyri meg hevur prestastarvið eina serliga uppgávu, sum ikki bara snýr seg um hetta lívið, men longur enn nútíðina og tað ítøkiliga, sigur Bergur.

Hann vísir á, at sum støðan er í Danmark, hava vit ongantíð verið ríkari, sunnari ella betur upplýst, enn vit eru nú. Samstundis liva vit í einum heimi merktum av kríggjum, ójavna og kreppum, sum ávirka lívstreytir og vónina hjá okkum øllum..

– Sum prestur í fólkakirkjuni síggi eg tað sum mína týdningarmestu uppgávu, at boða vón, sannleika og troyst til fólk.

Við hesum sjónarmiði gleðir Bergur Johannesen seg til at taka við sum sóknarprestur í Skive sókn. Har ynskir hann, at kirkjan og kirkjuliðið  kunnu lata kirkjuna upp fyri fólkinum, soleiðis at boðanin, ritualini og kirkjulívið annars verða viðkomandi fyri fólk í øllum aldri.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina