Bíblian er nú týdd til meira enn 700 ymisk mál

Seinastu 30 árini hevur tað gingið rættiliga skjótt at týða Bíbliuna til nýggj mál.

Tann 18. september í ár varð Nýggja Testamenti og Sálmarnir úr Gamla Testamenti útgivnir í eystara parti av Uganda. Vegna koronusmittuna luttóku bert nøkur innboðin í hátíðarhaldinum uttanfyri St. James Catholic Church í Kapchorwa. “Vit biðja og vóna, at Sapiiny-fólkið fer at taka Nýggja Testamenti og Sálmarnar til sín, sum eitt amboð til at ríka teirra mál, broyta teirra lív og gera tey til betri menniskju”, segði Clare Busingye frá bíbliufelagnum í Uganda.

Slakar seks milliardir kunnu nú lesa Guds orð “ Vit prísa Gudi fyri, at 5,7 milliardir fólk nú kunnu lesa Guds orð, sigur stjórin í Wycliffe Bible Translators, James Poole, í sambandi við, at allar 66 bøkurnar í Bíbliuni nú eru týddar til meira enn 700 mál. Partar av Bíbliuni, til dømis Nýggja Testamenti og Sálmarnir, eru týddir til nógv fleiri mál. Sambært Wycliffe Danmark hava tilsamans 1551 mál eitt Nýggja Testamenti. 1160 mál hava partar av Bíbliuni og 704 mál hava allar 66 bøkurnar. Harvið kann Bíblian ella partar av henni nú lesast á 3415 málum.

Tvífaldað eftir 30 árum Í einum bloggi frá American Bible Society stendur, at talið av málum, sum hava eina heila bíbliu, er tvífalda seinastu 30 árini: Frá 351 í 1990 til 700 í 2020. Orsøkin til, at tað hevur gingið so skjótt við bíbliutýðingum seinastu 30 árini, er partvís tøknilig framgongd og partvís eitt sera gott samstarv millum bíbliutýðara-felagsskapir, upplýsir amerikanska bíbliufelagið. “Vit takka Gudi, okkara samstarvsfeløgum í tænastuni og teimum fíggjarligu stuðlunum, hvørs hjálp hevur gjørt hetta arbeiði fyri Guds ríki møguligt”, sigur Robert Briggs frá American Bible Society.