Bíblian størri enn dagligt breyð…
Kristin í Ukraina boða frá undrum mitt í krígnum
Hóast ræðandi hendingarnar í Kiev, so síggjast undur Guds allastaðni og menniskju svølta eftir Guds orði, sigur Anatoliy Raychynets frá ukrainska bíbliufelagnum.
‘Bíblian størri týdning enn breyð hjá mær nú’
Vit hava havt nógv álop í dag. Síðan kl.4 í morgun og til nú. Støðan er veruliga trupul. Tað er sera pínufult at vera vitni til.
Dag um dag renna kvinnur við smáum børnum á vegnum her uttanfyri skrivstovu okkara, leitandi eftir einum kjallara at fjala seg í, í trygd frá bumbuálopunum. Mong menniskju rópa eftir hjálp at koma út úr Kiev. Eg møtti fólki í gjár, ið ikki høvdu fingið breyð í fýra dagar. Eldri fólk, ið ikki sleppa út um, ið bera ymsar sjúkur. Tey sita bara í íbúðunum og bíða eftir einum undri. Tey kalla okkara sjálvbodnu “einglar”, tá vit bera teimum heilivágin og breyðið, tey hava so stóran tørv á.
Vit kenna okkum aldri trygg her í Kiev. Vit hoyra skotbrestirnar. Tey senda bumbur og onkuntíð eru tær so nær, at eg haldi skrivstovan hjá Bíbliufelagnum ristist. Vit kenna okkum ikki trygg innanfyri.
Kristin í Ukraina boða frá undrum mitt í krígnum
LÍVSINS BREYÐ
Í gjár vóru vit uttanfyri og í eini park, har vit komu við breyði til fólk. Í mínum bili hevði eg barnabíbliur, at býta út í kjallarum, har kvinnur og børn goymdu seg. Men ein kvinna legði merki til tær og segði: “Er hatta Bíbliur? Kundi eg vinaliga fingið eina?” Og onnur við – 80 – 90 komu bara yvir til bilin og spurdu: “Kann eg fáa eina?” Ein maður í 70’unum, ið stóð har við breyði í aðrari og Bíbliuni í hinari hondini, segði: “Eg haldi, at Bíblian nú hevur fingið størri týdning fyri meg enn dagligt breyð. Eg havi ongantíð biðið fyrr. Eg havi aldri verið í kirkju, ongantíð lisið Bíbliuna. Men nú er tíðin komin at nærkast Gudi.” Vit hava møtt so nógvum fólki hesar báðar síðstu tvær vikurnar, sum ongantíð hava lisið Bíbliuna fyrr ella biðið, men nú spyrja tey, “Eru tit frá kirkjuni? Vinarliga biðið fyri okkum,” á gøtunum, heima hjá fólki, ja allastaðni.
BØNIR TYKKARA GERA LONGU STÓRAN MUN. TÆR GERA UNDUR OG BJARGA MONGUM LÍVUM.
Menniskju leita eftir trúnni, tí tey vita, at einki minni enn eitt undur má henda fyri at lætta um trýstið og betra støðuna her. Vit duga ikki at síggja nakra diplomatiska ella aðra loysn. Vit vita innast inni, at bert Gud er førur fyri at steðga hesum ræðuliga kríggi.
Sum prestur er tað sera pínufult at síggja líðingarnar hjá so mongum menniskjum. Menniskju í túsundatali renna oman í undirgrundarjarnbreytarstøðina nær skrivstovu okkara at finna sær lívd. Eg sá so nógvar grátandi kvinnur og smá børn, ið róptu eftir hjálp. Ein kvinna segði: “Hava tit heilivág? Mítt barn hevur fepur og vit hava onki at geva.” Tað sker teg í hjarta. Myrkrið er sera ógvisligt her nú. Og ein kvinna segði: “Takk fyri, at tit bera okkum ljós inn í hetta myrkur. Takk fyri alt tit gera her.” Og eg minni meg bara á Jóh.1,1- 5, har vit lesa um ljósið, ið kom inn í heimin: “Og ljósið skínur í myrkrinum, og myrkrið tók ikki við tí.” Myrkrið fær aldri vald á ljósinum. So vit koma við ljósi. Vit hava tørv á at bera meira ljós inn í hetta ræðandi myrkur.
Bøn fyri friði
Vit eru sera takksom fyri øll tykkum, ið standa saman við okkum í bøn og samhuga. Vit síggja mong kristin kring allan heim, sum standa saman við okkum í bøn fyri Ukraina og sum senda okkum ymsa hjálp. Men tað vit biðja um, og sum vit biðja allar okkara kristnu brøður og systrar siga við stjórnir teirra er – vit hava tørv á at steingja loftrúmið, tí vit missa hópin av lívum her. Bumbur og missilar koma úr luftini til býirnar. Tit sóu sjónvarpstíðindini frá Mariupol í gjár, Kiev og aðrar býir. Tað er bøn okkara. Verið saman við okkum í bønini.
Eg havi sjálvur sæð mong undur hesar seinastu 16 dagarnar: bumbur ið detta niður, ella granatir, ið ikki bresta. Mong lív verða spard av hesi orsøk. Russiskir stríðsvognar venda við og fara avstað, tí teir mangla brennievni, og flýggjandi hermenn. Í Odessa við Svarta Havið hevur stormur valdið nú í fýra dagar og russar sleppa sostatt ikki nærri býnum við granatum teirra. So biðið. Bønir tykkara bera longu nú úrslit. Undur bjarga mong lív.
EG trúgvi ukraina kemur frá hesum roynslum sum ein sterk kristin tjóð, ið Lítur á gud
Henda trupla støða er longu nú við at broyta tjóð okkara. Hon broytir okkum, støðu okkara og virðir okkara. Menniskju standa saman og hjálpa hvør øðrum. Eg beri eyga við nógv av Guds kærleika her, hóast vit eru í kríggi. Hvussu fólk bera seg at mótvegis hvør øðrum, deila breyðmolar við hvønn annan. Tey eru drivin av kærleika Guds.
Eg trúgvi Ukraina fer at koma frá øllum hesum sum ein sterk kristin tjóð, ið trýr á Gud og lítur á Gud og sum biður saman. Sera sterkt! Øll okkara skilja, at bert undur Guds kunnu steðga hesum krígnum í Ukraina.
Premier Christianity av Anatoliy Raychynets, Ukrainska Bíbliufelagið