Bíbliu-virksemið hjá Ming varð avdúkað

Vakmyndatól og grannanjósning – í Kina er ikki nógv, ið fer óansað framvið. Tað fekk Ming at kenna, tá ið loyniliga útbreiðsla hansara av bíblium varð avdúkað.

Ming hyggur skundisliga oman og niðan eftir tí myrku, trongu gøtuni, meðan hann lossar tungar kassar inn í bilin hjá sær. Hann veit, at myndugleikarnir ikki síggja lætt upp á innihaldið í kassunum – um hann verður tikin, endar hann uttan iva í fongsli.

Hann tekur telefonina fram og sendir eini boð til tey, hann arbeiðir saman við: “Á veg til gamla staðið,” skrivar hann. Síðani sløkkir hann telefonina og tekur SIM-kortið úr, so ikki ber til at fylgja farleið hansara.

Hvør eygleiðir?

Tað, ið Ming fyllir bilin við, er hvørki heroin, hash ella evnafrøðilig rúsevni. Tað eru bíbliur. Kallið hjá Ming er at geva so mongum fólkum sum gjørligt bíbliur – so skjótt og so varisliga sum gjørligt – millum minnilutabólkar í sjálvstýrandi pørtum av ríkinum. Hansara heimstaður.

Sjálvt í boðunum er Ming varin. “Tað gamla staðið” eru eini kotað boð. Í tí partinum av Kina, haðani Ming kemur, er eftirlit við telefonunum hjá borgarunum, og sama er við teimum sosialu miðlunum – eitt einstakt skeivt orð kann kosta Ming tað frælsið, hann hevur enn.

Ming hyggur aftur um seg, meðan andin ger toku í køldu luftina. Eingin annar er úti hesa tíðina av náttini. Men í tí Ming koyrir avstað við dýrabara viðføri sínum, kemur hann framvið einum av teimum mongu milliónunum av vakmyndatólum, ið eru í Kina. Hvør eygleiðir………?

Pápin meldaði hann til politiið

LES EISINI  Fýra hálshøgd í beinleiðis upptøku

Í Kina er jagstran ógvuliga ymisk treytað av, hvar tú býrt. Við einum stórum landafrøðiligum øki og nógvum etniskum bólkum kunnu kristin hava lutfalsliga stórt frælsi í einum øki, meðan frælsið er ógvuliga avmarkað í einum øðrum.

Ming er ættaður úr einum landsparti, har nógv teir flestu íbúgvar eru muslimar, so tá ið hann sum ungur universitets-lesandi gjørdist kristin, var mótstøðan stór frá familjuni.

“Eg greiddi pápa frá trúgv míni og vónaði, at hann fór at góðkenna meg, men tað gjørdi hann ikki. Í staðin meldaði hann meg til politiið. Eg var sera vónbrotin um, at vit ikki kundu semjast,” greiðir Ming frá.

Ming var tvingaður at vera heima í fleiri mánaðir. Sjálvt eftir hetta forðaði pápi hansara honum í at venda aftur til universitetið. Tí endaði tað við, at Ming flutti til ein annan bý, har hann mátti byrja heilt av nýggjum.

Vend aftur til heimstað tín

Ming treivst væl í tí nýggja staðnum. Hann kendi seg frælsari, tí avmarkingarnar ikki vóru so nógvar, sum hann var vanur við. Har vóru eisini fleiri góðar kirkjur, ið tóku væl ímóti honum.

Sum tíðin leið, gjørdist Ming handilsmaður og byrjaði at vinna nógvan pening – nógv meira enn væntast kundi av einum við hansara etniska upphavi og støði. Hann varð forelskaður og giftist við Hua*, sum hann fekk eina dóttur saman við.

Samstundis dámdi Ming væl at koma í kirkju sína og fáa bíbliufrálæru, og so við og við merkti hann eisini eins og eitt kall birtast í sær – eitt stórt ynski um, at fólk í heimstaði hansara skuldu hoyra um Jesus. Og ein dag hoyrdi hann eina friðarliga rødd siga: ”Far til heimstað tín. Fortel fólkinum har um meg.” Ming og familjan hjá honum gjørdu, sum røddin segði. Tey fluttu aftur til heimstaðið hjá Ming – aftur til økið við øllum avmarkingunum, har myndugleikarnir ráddu við harðari hond. Har grannar vórðu tvingaðir til at njósnast hvør eftir øðrum, og har hvør einasta rørsla varð eygleidd, skrásett og goymd fyri at kunna verða brúkt ímóti borgarum, um neyðugt

LES EISINI  Bukaður tí hann bað um hjálp

Eingin at líta á

Tað gekk ikki long tíð, áðrenn Ming loyniliga fór í holt við at leiða smáar bólkar av kristnum, har tey í felag lósu bíbliuna. Ming stovnaði eisini eitt nýtt felag saman við nøkrum kristnum vinum – eitt felag, sum samstundis virkaði sum eitt skjól, so tey loyniliga kundu býta út bíbliur til kristin runt um í landspartinum.

Alt gekk gott eina tíð, men ein dag vórðu Ming og handilsfelagar hansara avdúkaðir. Á undursaman hátt varð Ming leyslatin. Felagar hansara vóru ikki so hepnir.

“Eg varð fríkendur fyri allar ákærur, men vit mistu felag okkara og samstundis skjólið,” greiðir Ming frá og heldur fram:

“Eg hevði blandaðar kenslur, tí eg visti, at hereftir fór at verða truplari at sleppa undan løgregluni, og at eg var noyddur til at vera enn meira varin. Njósnarar kundu sníkja seg inn í okkara kristna felagskap, so eg var noyddir at vera á varðhaldi. Eg tordi ikki at líta á nakran longur og kendi meg ótryggan og avbyrgdan.”

LES EISINI  At fylgja Jesusi sum kvinna undir Ramadan

“Eg hevði tað ikki gott orsakað av vinum mínum. Men sjálvt um tað var torført at viðurkenna, haldi eg, at tað var Guds vilji, at vit ikki øll skuldu verða fongslað – so ein okkara kundi vera eftir og greiða málini.”

Hvør skuldi annars gera tað?

Hóttanin gjørdist enn størri, tá ið myndugleikarnir fóru at gera tilvildarligar rannsóknir heima við hús hjá Ming – í fyrstuni komu teir annan ella triðja hvønn mánað. Ming tók síðani ta torføru avgerð at senda konuna og dóttrina heim til verforeldrini fyri at verja tær.

Men henda avgerð varð vend ímóti honum, tá ið verfaðirin síðani noktaði honum at síggja familjuna aftur.

Undir so stórum ágangi hevði verið lætt hjá Ming at slept øllum: At leiða ein lítlan bólk, ið er áhugaður í kristni trúnni; at býta út bíbliur og at koma saman við kristnum í fjarskotnum økjum. Trúgvin hjá Ming á Jesus var veruliga í vanda fyri at ridla – og hvussu fór so at verða við teimum fólkum, ið vóru bundin av hansara stuðli?

Tíbetur hoyrdi felagin hjá Open Doors Hao Ran* um støðuna hjá Ming, og síðani hava teir við jøvnum millumbili verið saman um bøn og bíbliulesnað.  Spakuliga  hevur Ming vunnið styrkina aftur – og so við og við er hann farin at líta á fólk aftur.

Hann er als ikki liðugur at lossa tungar kassar í bil sín í myrkum, trongum gøtum, skrivar Open Doors Føroyar á heimasíðuni.

* broytt av trygdarávum

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina