Bíbliubrøðurnir í Arsenal:
Tá ið trúgvin gerst partur av gerandisdegnum – eisini á arbeiðsplássinum
Okkurt hendir í hesum døgum. Kring allan heimin søkja fleiri og fleiri ung aftur til Gud – og tey gera tað púra opið. Trúgvin vinnur alsamt fram og verður sýnd í verki, bæði í lestrarumhvørvinum, á sosialu miðlunum og á arbeiðsplássinum. Nógv ung tosa opið og ærligt um bøn, Bíbliuna og tørvin á einum andaligum akkeri í einari tíð, ið er merkt av trýsti, ferð og óvissu.
Hetta rákið sæst eisini á hægsta støði innan altjóða ítrótt. Í einum av heimsins kendastu fótbóltsfeløgum, Arsenal FC, er ein bólkur av spælarum komin saman um sína kristnu trúgv. Teir biðja saman, lesa í Guds orði og stuðla hvørjum øðrum sum ein natúrligan part av gerandisdegnum í einum krevjandi yrki.
Millum fjepparar verður spælarabólkurin kallaður ”Bíbliubrøðurnir.” Einir 8-10 spælarar hittast regluliga at biðja og lesa í Bíbliuni saman.
Verjuspælarin Jurrien Timber – sum fjepparar hava givið eyknevnið ”Timber prestur” – hevur lýst sína kristnu trúgv sum ein lívshátt. Timber sigur, at trúgvin skapar eina serliga eind og fatan millum teir spælararnar, ið standa á sama grundvølli. Tá ið virði sum eyðmýkt, ábyrgd og næstakærleiki eru felags, ávirkar tað bæði sambandið teirra millum og teirra máta at møta mótgangi.

Vongspælarin Noni Madueke hevur greitt frá, at felagsskapurin um trúnna hevur styrkt bæði hansara samband við Gud og við liðfelagarnar. Undan dystunum biðja spælararnir saman, og á gistingarhúsunum savnast teir til stuttan bíbliulestur. Tað snýr seg ikki bara um orð og bøn, men eisini um at hoyra, hvussu hinir hava tað: Hvussu gongst? Hvat stríðist tú við? Hvussu kunnu vit biðja fyri hvørjum øðrum?
Hjá Bukayo Saka hevur trúgvin leingi verið ein berandi partur av lívinum. Hann hevur opið sagt frá, at Bíblian – sum hann fekk frá pápa sínum – er millum hansara dýrabarastu ognir, og at hann lesur í henni dagliga. Undir HM-endaspælinum í 2022 var bíbliulesing ein fastur partur av hansara kvøldrutinu. Trúgvin hjálpti honum at varðveita róina og beina burtur óttan fyri úrslitinum. Hann savnaði seg ikki um úrslitið, men um álitið á Gud.
Trúgvin verður tó ikki bert sýnd í stillum. Fleiri av spælarunum brúka eisini sína rødd á sosialu miðlunum til at deila bíbliuørindi, takkargerðir og stuttar vitnisburðir við sínar fylgjarar. Serstakliga Jurrien Timber er kendur fyri at leggja skriftstøð út, sum tey standa – uttan frágreiðingar ella filtur – sum eina opna játtan, ið gevur hansara 1,3 milliónum fylgjarum eitt innlit í tað, sum hann byggir sítt lív á.
Felagsskapurin um trúnna fær eisini góða undirtøku frá leiðsluni í felagnum. Høvuðsvenjarin Mikel Arteta hevur víst á, at trúgvin hjá spælarunum styrkir bæði samanhald og sálarligan trivnað. Ikki tí at øll trúgva á tað sama, men tí at summi tora at vera opin um tað, ið ber tey.
Fyri okkum onnur eru bíbliubrøðurnir í Arsenal ein áminning um, at trúgvin ikki bert hoyrir sunnudegnum til. Hon verður livd í gerandisdegnum. Á arbeiðsplássinum. Í sambondunum við onnur. Undir trýsti. Spælararnir minna okkum á, at trúgv snýr seg ikki so nógv um okkara orð, men um mátan, vit liva uppá í sambandi við Gud og tey menniskju, vit eru saman við.
Tá ið spælararnir savnast at biðja, lesa í Bíbliuni og bera byrðarnar hjá hvørjum øðrum, vísir tað á nakað djúpt bíbilskt: felagsskap, ábyrgd og umsorgan. Tað er gerandiskristindómur – livdur fyri almannaeygum.
Carsten Fonsdal Mikkelsen


