Bíbliur verða skræddar burtur í Kuba

Í fátæka Kuba er hungursneyðin stór – bæði eftir breyði og bíblium. Bíbliufelagið í landinum hevur biðið Noregi um stuðul, so tey kunnu prenta nógv fleiri eintøk av eftirspurdu bókini. 

Stóra spanska avísin El País boðaði í fjør summar frá, at 72 % av kubanum sambært eini kanning síggja matvørukreppuna í landinum sum størstu avbjóðingina. 

Í tí, sum fyrr var kommunistiski mynsturstaturin hjá Fidel Castro, eru sjey av tíggju givin at eta morgunmat, døgurða ella nátturða, tí tey ikki hava pengar – ella tí ongin matur er at keypa. Ein kanning hjá Cuban Observatory of Human Rights í Madrid vísir, at nærum 90 % av fólkinum verða mett at liva í ógvusligum fátækradømi. 

Steðgaður á gøtuni 
Men mitt í neyðini og svultinum finst eisini ein annar hungur. Tað sigur Alain Montano, sum er aðalskrivari í kubanska bíbliufelagnum, við Kristelig Pressekontor. Hann er sjálvur ein íðin bíbliubrúkari, men óansæð hvar hann kemur í heimlandinum, má hann støðugt geva sína bíbliu burtur. Tað er ikki tí, at myndugleikarnir í kommunistiska einfloksstýrinum eru eftir honum, men tí onnur kristin biðja hann geva sær eina bíbliu. 

Í bilinum, sum hann koyrir runt í, sæst navnið á kubanska bíbliufelagnum, Comisión Bíblica, og tá fólk síggja hetta, seta tey seg í samband við hann. Og bíbliurnar hvørva sum heitt breyð.  

Alain Montano og Elin Miranda Gomez

– Eg verði steðgaður á gøtuni av fremmandum, sum síggja bilin og vilja hava eina bíbliu, sigur Montano. Hann hevur nýliga vitjað í Noregi saman við starvsfelaga sínum, verkætlanarleiðaranum Elin Miranda Gomez. Tey vitjaðu í Noreg í sambandi við Bíbliudagin, sum varð hildin 15.-16. februar. 

– Eg havi uppgivið at hava eina persónliga bíbliu, sigur Alain við einum smíli og greiðir frá: Eg byrji at brúka eina bíbliu, noteri í hana og undirstriki týdningarmikil vers, men so møti eg aftur og aftur kristnum leiðarum, sum ikki hava nakra bíbliu sjálvir. Tá gongur tað soleiðis, at eg gevi hana burtur, sum eg havi, sigur Alain Montano. 

Bíligar bíbliur 
Millum 2013 og 2018 vórðu ein millión bíbliur býttar út í Kuba. Eftir hetta vaks eftirspurningurin støðugt, og ein millión bíbliur afturat vórðu býttar út. Men hetta var heldur ikki nokk í einum landi við tíggju milliónum íbúgvum – hóast tað nú eru undir níggju milliónir vegna stóra fráflyting. Bíbliurnar, sum vórðu býttar út, vóru bíligar at framleiða og í vánaligari pappírsgóðsku. Hetta er ein partur av frágreiðingini um stóra tørvin á bíblium. Harumframt merkir tropiska veðurlagið í Kuba, at bøkurnar halda í styttri tíð. Við vánaligari innbinding halda tær ofta bara í nakrar mánaðir, greiðir aðalskrivarin frá. 

Bíbliur til ommu 
– Áðrenn vit byrjaðu verkætlanina ‘Ein millión bíbliur til Kuba’, var tað vanligt, at bíbliur bert vóru tøkar í kirkjunum. Tá bókin bleiv tøk hjá privatpersónum, skapti tað eina broyting, heldur Montano. Hann sigur, at atgongdin til bíbliur er sera avgerandi fyri, at fólk fáa eina persónliga fatan av, hvat tað merkir at vera kristin. Seinastu árini eru nógv á karibisku oynni komin til trúgv, og tey, sum fáa sínar egnu bíbliur, eru tey, sum verða verandi í samkomunum.  

– Í Kuba er tað vanligt, at fleiri ættarlið búgva saman. Tá ein persónur hevur eina bíbliu, og hon liggur á stovuborðinum, kemur skjótt ein spurningur frá ommuni: ‘Oy, ein bíblia! Heldur tú, at tú kanst fáa mær eina?’ 

Vónloysi 
Verkætlanarleiðarin Elin Miranda Gomez sigur, at fólk á oynni ikki bara eru svong eftir bíblium. Tá ein vanlig mánaðarløn liggur millum 200 og 280 norskar krónur, og 30 egg kosta yvir 100, merkir tað, at nógv bara eta eina máltíð um dagin. Streymur og heilivágur eru mangulvørur, og nógv eru flutt til onnur lond fyri at vinna pengar. Úrslitið er ein fólkasamanseting, har pensjonistar og ung eru yvirumboðað. 

– Vónloysi ger, at fólk leita eftir meining hjá Gudi og í tí kristna felagsskapinum, sigur Elin Miranda Gomez, sum sjálv er ungdómsprestur í eini samkomu.

Kelda: Udfordringen