Bíbliuskeið = Orkuskeið
Árliga bíbliuskeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini verður komandi vikuskiftið 21. – 24. august.
Síðsta freist at tekna seg er í dag, 18. aug. á www.mission.fo undir tilmelding til skeið, ella á telefon 470000.
Leguhúsið í Nesvík verður karmur um skeiðið, sum hevur fingið yvirskriftina:
“Tey hildu fast saman” Hetta er útsøgnin um tey fyrstu kristnu í Ápostlasøguni 2,42.
“Tey hildu fast” – ikki við eitt hvørt, ella tað sum var hámett tá í tíðini, men við mest týðandi orkukeldur fyri kristna lívið til allar tíðir: Bíbliuorðið, meinigheitina, breyðbrótingina og bønirnar.
Hetta eru orkukeldur, sum ikki torna, sum øll kunnu søkja til og sum halda tað tær lovað. Um ikki so var, var Guds ríki á jørð langt síðani tornað og deytt. Hesar orkukeldur flóta yvir og eru ikki ávirkaðar av árstíðum ella øðrum umstøðum.
So hildu tey fyrstu kristnu “fast saman”. Í og við trúnni á Jesus, vóru tey trúarsystkin, sum vóru frelst av náði. Tí tørvaðu tey at standa saman, fyri at styrkja, læra og verja hvønn annan í trúnni á Kristus og í tænastu hansara.
Tey vóru ljós í einum myrkum heimi og tey vóru salt, í einum rotnum heimi. Tey vóru himmalborgarar, samstundis sum tey vóru jarðarborgarar. Tey vóru ávegis heim, men vóru ikki komin heim.
Guds kirkjulið tørvar støðugt at halda fast í somu orkukeldum og at standa saman við og um keldurnar. Annars doyr trúgvin og samanhaldið. Avbjóðingarnar og freistingarnar hjá kristnum eru ikki færri í dag enn tá.
Tí síggja vit við spenningi fram til Bíbliuskeiðið. Har koma vit at oysa úr orkukeldunum og standa saman um tað, fyri síðani, styrkt í trúnni at tæna Jesusi har vit liva og arbeiða, á landi, sjógvi og í luftini.
Her eru fleiri upplýsingar um Bíbliuskeiðið 2025.
Vælkomin á orkuskeið. Vælkomin á Bíbliuskeið!