Bíbliuskeið við fokus á Hebrearabrævið
22. – 25. august, verður bíbliuskeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini í Leguhúsinum í Nesvík.
Hetta er eitt árligt tiltak, sum liggur fast í viku 34, sum er síðst í august mánaði.
Í ár fer Øssur Kjølbro, prestur, at undirvísa í ymiskum tekstum í Hebrearabrævinum.
Brævið er kanska ikki tað mest lisnað í Bíbliuni, tí tað er djúpt og vísir nógv aftur til Gamla Testamentið. Tí verður tað áhugavert og gevandi at fáa køna undirvísing í tí.
Seinnapartin leygardagin 24. aug. verða eisini 4 ymiskir áhugatímar. Teir vera tvær ferðir, so luttakararnir kunnu velja tveir av fýra tímum.
Øll eru vælkomin á bíbliuskeiðið, eisini familjur við børnum. Tað verður tó ikki skipað fyri barnaansing.
Skráin fyri bíbliuskeiðið verður send út um landið seinni, og kunnað verður aftur um skeiðið her á Trúboðanum.