Bíbliuskeiðið setur sjóneykuna á Ápostlasøguna 2,42

Árliga Bíbliuskeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini verður í døgunum 21.- 24. august 2025 í Leguhúsinum í Nesvík.

Hetta eru dagar, sum mong gleða seg til, og av fleiri grundum. Tá verður tíð sett av til bíbliu og bøn, í góðum felagsskapi og í góðum umstøðum.

Í ár verður sjóneykan sett á Ápostlasøguna 2,42. Har stendur nakað um tey fyrstu kristnu, sum hevur eyðkent øll sonn kristin síðani: “Og tey hildu fast saman um læru ápostlanna og samfelagið og breyðbrótingina og bønirnar.”

At halda fast í hesum virðum og drekka av hesum keldum er alneyðugt, og ikki minst í okkara rótleysu og ørkimlaðu tíð.

Tað verða seks felags bíbliutímar við støði í Áps.2,42. Eisini verða fýra áhugatímar, sum verða tvær ferðir. Sostatt kunnu fólk velja tveir av teimum.

Evnini verða: Dópur, sangur og  lovsangur, endatíðin og undur og tekin.

Bíbliutímarnar hava Bergur D. Joensen, Heri Kjærbo, Ovi Brim og Sverri Steinhólm.
Áhugatímarnar hava Torleif Johannesen, Ásbjørn Berthelsen, Ásbjørn Jacobsen og Jeffri Johannesen.  

LES EISINI  Bíbliuskeiðið leiddi tey saman

Endaliga skráin kemur seinni.

Vælkomin á Bíbliuskeið, har fólk ynskja, at koma inn í Bíbliuorðið, verða fylt við orðinum, fyri síðani at fara út við orðinum.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina