Bíbliuskúli í Vietnam broytir menniskju

Hvat hevði tú gjørt, um tú droymdi um at fáa meira vitan um Guds orð, men búði so langt burtur frá undirvísingarmøguleikum, at tað næstan var ógjørligt?

Tað er veruleikin hjá trúgvandi í landbúnaðarøkjum í Vietnam. Tey eru kristin, men hava ongan atgongd til amboð og undirvísing, sum kunnu geva teimum eina betri fatan av Bíbliuni.

Tí hava samstarvsfelagar hjá Open Doors sett á stovn satellitt-bíbliuskúlar til kristin í fjarskotnum pørtum av Vietnam.

“Satellitt-bíbliuskúlaskráin varar í tvey ár,” greiðir Daniel* frá, ið er ein samstarvsfelagi hjá Open Doors. “Næmingarnir koma bara til flokksundirvísing tríggjar ferðir um árið, og hvørt skeið varar í 10 dagar.”

Úrslitið av bíbliuskúlunum er, at kristin verða lærd at tæna sum kirkjuleiðarar í nærumhvørvinum, so fleiri kunnu læra Jesus at kenna.

“Tá skeiðið endar, fáa luttakararnir prógv við góðkenning frá viðurkendum kirkjum, sum ger, at teir hava rætt til at virka sum tænarar í Vietnam og stovna nýggjar kirkjur, har tørvur er á tí,” sigur Daniel.

Open Doors stuðlar bíbliuskúlunum við gávum, ið kristin úr øllum heiminum hava latið. Hetta merkir, at heimskirkjan tryggjar, at boðskapurin verður borin út – eisini í teimum fjarskotnu økjunum í Vietnam.

LES EISINI  Fleiri stuðulsmøguleikar, um tú ætlar tær á LMH

Nguyen* er ein maður í 30-unum, sum júst hevur lokið tvey ára bíbliuskúla. Hann er úr einum øki í Vietnam, har atgongdin til bíbliuundirvísing er sera avmarkað, men ynskið um at læra meira hevur verið sera stórt.

“Hóast eg eri uppvaksin í eini kristnari familju, so var trúgvin ongantíð brennandi. Men í 2018 broyttist lív mítt fullkomiliga, tá barn mítt gjørdist álvarsliga sjúkt. Í neyðini kallaði eg á Harran og bað um hjálp, og dagin eftir var barnið fullkomiliga frískt. Frá tí løtu avgjørdi eg, at geva lív mítt til Gud. Eg tók lut í hesum skeiði, fyri at læra meira úr Bíbliuni,” greiðir Nguyen frá.

Thach* er ein annar næmingur úr bygdini hjá Nguyen, sum á líknandi hátt fær íblástur til at læra meira um Guds orð. “Hóast mín familja hevur verið kristin í tvey ættarlið, hevði eg eitt stórt ynski, at læra meira um Guds orð,” sigur hann. “Eg eri sera takksamur fyri møguleikan at luttaka í bíbliuskúlanum. Hetta fer at hjálpa mær at leiða sunnudagsgudstænastur og sunnudagsskúlaflokkar í bygdini.”

LES EISINI  Tilmeldingin til Podas er byrjað

Skeiðið er eisini ætlað kvinnum. Hóast tær hava smá børn og stóra ábyrgd í heiminum, eru tær álítandi og virknar í undirvísingini. Mai* er ein 26 ára gomul mamma við tveimum børnum, sum ynskir at verða kallinum líðin. “Eg ynski at tæna Harranum, men fyri at gera tað, mátti eg læra meira um Bíbliuna,” sigur hon. “Tí valdi eg hetta skeiðið. Eg eri so glað og spent, tí at eg fari at fáa prógv í desember.”

Vaksandi vitan – eisini um atsókn

Landafrøðiligar avbjóðingar eru ikki tað einasta, ið gera lívið torført fyri tey kristnu í Vietnam. Nógv kristin møta eisini politiskum og mentanarligum avbjóðingum.

“Stjórnin hevur sera gott eftirlit við kirkjunum,” greiðir Daniel frá. “Nógv kristin eru fyri mismuni, og summi uppliva beinleiðis harðskap.”

Tí er ein partur av bíbliuskúlaskránni eisini at hjálpa komandi leiðarum at handfara atsókn og mismun.

“Eg plagdi at vera bangin fyri at røkka út til samfeløg, har kristin verða atsøkt,” sigur Mai. “Men hetta skeiðið hevur lært meg, at vit bara skulu deila gleðiboðini við tey, sum vilja hoyra. Hetta ger tað lættari at siga frá um evangeliið.”

LES EISINI  Stýrið fyri háskúlan í Nesvík skipað

Thach vónar eisini, at tað, hann lærir á bíbliuskúlanum, kann hjálpa honum at vísa atsøktum kristnum tað vón, sum er í Jesusi Kristi.

Bíbliuskúlarnir í Vietnam halda fram at virka, og tú kanst hjálpa við at bera teir og tey kristnu fram fyri Gud í bøn.

“Tey kristnu í Vietnam hava tørv á støðugari forbøn og stuðli , tí tey eru undir stórum trýsti frá nærumhvørvinum,” sigur Daniel. “Satellitt-bíbliuskúlin er lagdur til rættis fyri at menna leiðarar við betri vitan um Guds heilaga orð. Bið fyri okkum.”

*Navnið er broytt av trygdarávum.

Bið fyri Vietnam

  • Bið um, at kirkjurnar trívast og mennast hóast atsókn, og at Guds orð má ganga fram.
  • Bið fyri samstarvsfeløgum hjá Open Doors, sum skipa fyri bíbliuskúlum og øðrum átøkum – at teir mennast í trúnni.
  • Bið fyri næmingunum á bíbliuskúlunum, at teir fáa góðar umstøður at læra og at bera undirvísingina víðari til onnur.

    Kelda: OpenDoors

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina