Bíbliutími við fokus á “rættvísgering”
Mikukvøldið 14. januar verður spennandi felags bíbliutími kl.19.30 í KFUM/K í Klaksvík, undir heitinum: “Saman um Bíbliuna.”
Hetta er fyrsti bíbliutími av fýra, sum verða komandi fýra mánaðirnar, á fýra ymiskum støðum um landið. Hetta kvøldið undirvísir Símun P. Jacobsen, prestur.
Fyrsta tíman verður fokus sett á stóra og djúpa bíbilska orðið: “Rættvísgering.” “Rættvísgering” merkir, at Gud fyrigevur syndir, og roknar ein syndara, sum biður um fyrigeving, fyri rættvísan og rættvísgjørdan.
Rættvísur í Guds eygum, verður eingin av egnari megi, men eina við trúnni á Jesus Kristus, hvørs blóð rann sum loysigjald fyri allar heimsins syndir.
Rættvísgering, er við øðrum orðum tað sama sum at verða fríkendur fyri allar ákærur.
Er Gud ikki órættvísur, tá hann rættvísgerð og fríkennir órættvísi? Nei. Tað er kjarnin í evangeliinum, at Gud kann rættvísgera ein órættvísan syndara, sum kemur til Jesus við synd síni. Tí tá er eingin fordøming fyri tann, sum er í Kristi Jesusi. Róm.8,1.
“Gud náði meg syndara!” segði tollarin í Luk.18,13. Jesus segði um hann, at “hann fór rættvísgjørdur heim til húsa” Í egnum og í næstans eygum var hann neyvan rættvísur, men tað var hann í Guds eygum.
Í og við trúnni á Jesus, er ein og hvør syndari íklæddur Jesu rættvísi, og er tí líka rættvísur og fullkomin fyri Gudi, sum Jesus sjálvur. Tí kann Gud lýsa tann Kristus-trúgvandi fyri rættvísgjørdan. Grundalagið er ikki trúgvin, men eina Jesu fullgjørda frelsuverk.
Tann Kristus-trúgvandi kemur tá inn í spenningin, sum Luther nevndi: “Samstundis syndari og rættvísur.” Syndari í sjálvum sær, men rættvísur í Kristi.
Vælkomin til bíbliutíman, har tú fært meiri ljós yvir rættvísgeringina, sum Dávid nevnir soleiðis í sálmi 32.1-2: Sælur (hjartans lukkuligur) er hann, hvørs misbrot er fyrigivið, hvørs synd er kvittað. Sælur er maður, hvørs syndasekt Harrin ei roknar.”
Á skránni verður sangur, undirvísing, bólkaprát og drekkamunnur.
Øll eru vælkomin!
Torleif Johannesen
