Bíbliuveking í Oslo: Hundraðtals savnast hvønn mánadag til bíbliulestur

Í Oslo er eitt serligt tiltak, har tey uppliva stóran vøkstur. Hvørt mánakvøld savnast fleiri hundrað ung og vaksin til skipaða bíbliuundirvísing undir heitinum Bibelkveld Oslo

Tá byrjað varð í august, luttóku fleiri enn 500 fólk, og støðugt eru umleið 350 fólk hvørt mánakvøld. Tiltakið, sum verður hildið í Misjonssalen á Tullinløkka, er skipað av missiónsfelagsskapinum Ungdom i Oppdrag

Bíblian bók fyri bók 

Sambært leiðaranum, Øyvind Nesje, er konseptið einfalt men sterkt: Luttakararnir fara gjøgnum alla Bíbliuna bók fyri bók. 
– Vit trúgva, at Bíblian er Guds orð. Tað, sum Bíblian leggur dent á, verður eisini týdningarmikið fyri okkum. Vit velja ikki evni, men lesa alla Bíbliuna, greiðir hann frá. 

Nesje, sum arbeiðir sum lækni, undirvísir sjálvur nakrar ferðir um árið saman við øðrum sjálvbodnum. 

Broytandi upplivingar 

Síðan byrjanina í 2012 er Bibelkveld Oslo vorðið eitt av størstu kristnu tiltøkunum í býnum. Nógvir luttakarar hava greitt frá, hvussu fundirnir hava broytt teirra samband við Bíbliuna. 
– Ein maður segði við meg: “Fyrr helt eg, at Bíblian var torfør at lesa og trupul at skilja. Eftir eitt ár her, eri eg vorðin forelskaður í Bíbliuna,” sigur Nesje. 

LES EISINI  Vit áttu bara eina Bíbliu í kirkjuni

Eisini yngri luttakarar uppliva, at tað sosiala skjótt fær eina sterka dimensjón. Hjá summum gerst savnaðurin tað týdningarmesta, tey gera í vikuni. 

Tvørkirkjuligur felagsskapur 

Tiltakið er opið fyri øllum, og Nesje sigur, at í minsta lagi 20 ymisk kirkjusamfeløg og samkomur eru umboðað – millum annað Filadelfia Oslo, Misjonssalen og Storsalen. 
– Vit ynskja ikki at kappast við aðrar kirkjur og samkomur, men at vera eitt ískoyti. Tí hava vit Bibelkveld mánadagar, tá minst hendir í kirkjum og samkomum, sigur hann. 

Fokus á alla Bíbliuna 

Annaðhvørt ár lesa tey Nýggja Testamenti, og annaðhvørt ár Gamla Testamenti. Hetta heystið er tað Gamla Testamenti, sum er á skránni. 
– Antin vit lesa 3. Mósebók ella Kongabøkurnar, royna vit altíð at vísa á Jesus. Fært tú ikki Jesus fram í teimum bíbilsku skriftunum, so lesur tú ikki rætt, sigur Nesje. 

Fyri mong snýr tað seg ikki bara um at kenna søguna, men at finna útav, hvussu øll Bíblian peikar fram ímóti Jesusi Kristi. 

LES EISINI  Bibliulesnaður gevur vón og trivnað

Kelda: dagen.no 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina