Bið fyri kristnum, ið eru handtikin í Norðurkorea

Higartil í ár eru fleiri kristin í Norðurkorea handtikin av myndugleikunum. Fyri at verja keldur okkara og trygdina hjá teimum avvarðandi, kunnu vit ikki upplýsa nøvnini á teimum kristnu, ella upplýsa, hvar í Norðurkorea tey eru frá.

Tey kristnu eru handtikin, tí tey verða hildin at vera fíggindar hjá myndugleikunum. Tað skal ikki meira til, enn at eiga eina Bíbliu ella hittast í loyndum við onnur kristin.

Tá ið tey norðurkoreansku kristnu verður handtikin, verða tey fyrst avhoyrd í fleiri dagar á politistøðini. Tey verða bukað, fáa lítlan og ongan svøvn og sálarligt trýst eru fastur táttur í avhoyringunum. Løgreglan roynir eisini at fáa tey at upplýsa nøvnini á øðrum kristnum.

Nógv kristin, serliga tey sum eru ákærd fyri at vera leiðarar ella fyriskiparar av undirgrundargudstænastum, verða send í kwan-li-so, sum eru ómenniskjansligar fangalegur til politiskar fangar. Tað eru legur, har tú ongantíð sleppur leysur, og har allir fangarnir verða píndir, noyddir til tvingsilsarbeiði og hungraðir, til teir doyggja.

LES EISINI  Biðjandi verða forfylgd

Hesir ræðuleikar eru orsøkin til, at Norðurkorea, í meira enn 30 ár, hevur verið nr. 1 ella millum tey ovastu á World Watch List – árligu uppgerðini hjá Open Doors yvir londini, har forfylging og mismunur móti kristnum er størstur.

Øll kristin í Norðurkorea eru vitandi um vandan, við at vera kristin. Men tey gevast ikki. Sjálvt á tí myrkasta staðnum á jørð halda kristin fast við bíbliuversini, tey hava lært uttanat, og tey finna mátar at hjálpa og stuðla hvør øðrum. Tey teska bønir sínar, og hóast “amen” teirra næstan ikki hoyrist, hoyrir Gud bønir teirra og róp um hjálp í neyðini.

Vit kunnu hjálpa við at biðja fyri teimum kristnu, sum verða forfylgd og pínd. Hóast tú ikki kennir nøvn teirra, veit Gud, hvørjum tú biður fyri.

Bið fyri Norðurkorea

  • Bið um, at tey kristnu í fongsli skulu kenna Gud sum sítt trygga skjól, meðan tey eru á einum sera ótryggum stað.
  • Bið fyri familjum, sum eru sundurskyldar – serliga teimum børnum, sum nú vaksa upp uttan foreldur.
  • Bið um, at vaktir, løgregla og embætisfólk verða rakt av vitnisburðinum frá teimum kristnu.
  • Takka Gudi fyri mót og frímóð teirra kristnu at halda fast við trúnna, og bið um, at tað heldur fram, hóast handtøkur og forfylging.
LES EISINI  Tey kristnu í Myanmar: “Biðið fyri okkum”

Kelda: Open Doors

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina