Bøkur, sum veita troyst í sakni og sorg

Allahalgana sunnudagur verður komandi sunnudag. Ein dagur, vit minnast tey, vit hava mist. Nethandilin hevur nógvar góðar bøkur til alskins høvi. Eisini bøkur, sum kunnu troysta, tásaknurin er størst.

Tá ið vit missa ein kæran
Sorgarbundin menniskju hava hjálp fyri neyðini. Tá ið tey ganga einsamøll og hugsa um sorgina, eru tað so nógvir nívandi og órógvandi tankar, sum herja á.
Nakrar av hesum trupulleikum havi eg tikið upp í hesi bók í teirri vón, at koma onkrum syrgjandi til hjálpar. Í øllum førum er ynski mítt, at lesarin, millum reglurnar, skal kenna ta fatan og tann kærleika, sum honum so hjartaliga leingist eftir. 
Í ljósglæmuni frá Guðs orði kann okkara svárasta sorg verða ein vend úr myrkastu nátt til vónarinnar morgunglæmu. 

Rithøvundur: Fredrik Wisløff
Týtt: John Myllhamar
Prísur: kr 95,00
Bókin kann keypast her: Tá ið vit missa ein kæran— Manna.fo

Ovenlys på dage med sorg
Tey flestu okkara vilja helst sleppa undan sorg. Men eingin sleppur gjøgnum lívið uttan sorg, antin hjá øðrum ella sær sjálvum.
Henda lítla bókin er ein hjálp til tín, sum syrgir. Her verður sorg tín tikin í álvara. Her ber til at síggja hana sum eina heild, har bara Gud sær niður á botn. Í tí ljósinum úr í erva kannst tú kanska síggja vegin fram.
Í bókini eru andaktir til 28 dagar – morgun og kvøld.

Rithøvundur: Aida H. Andersen
Prísur: kr 100,00
Bókin kann keypast her: Ovenlys på dage med sorg— Manna.fo

 
Gud, hvor jeg savner ham
“Ein heit, kærleiksfull og lívsklók frásøgn um álvarsliga sjúku og deyða hjá einum barni.
Ósentimentalt, livandi og sera erliga greitt frá.
Hetta er ein av teimum bestu, erligastu og vísastu bókunum, eg havi lisið um sorg, vónloysi og vónina hóast alt. Her eru ongar einfaldar loysnir, men lívsvísdómur frá einum menniskja, sum hevur verið í hornatøkum við Gud”.
Henrik Stubkjær, biskupur í Viborg: “Sum eg eri glaður fyri, at henda bókin er komin út. Og sum eg eri keddur av, at hetta skuldi vera neyðugt.
Tí neyðug, tað er hon. Og bundin at gerandislívinum! Bæði í síni sorg, í sínum mótvilja móti sentimentaliteti, í longsli eftir meining og gleði, í síni vreiði og ørkymlan yvir ein tigandi Gud. Og Simon undrar seg yvir, hví Gud ikki tekur burtur hansara krabbasvull.
Trúgvin á Kristus er har framvegis. Avbjóðað – ikki sum ein veikari trúgv, men sum ein “trevsut sannføring”. Bókin er svár, langtandi og vónrík. Og væl skrivað”.

Leif Andersen, rithøvundur og lektor emeritus í praktiskari gudfrøði
Rithøvundur: Jakob Søe Esmarch
Prísur: kr 250,00
Bókin kann keypast her: Gud, hvor jeg savner ham!— Manna.fo

LES EISINI  Húsandaktkalendarin 2025
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina