Bøkur til pápadagin 5. juni
Manna.fo hevur fleiri góðar bøkur til allar pápar í landinum t.d. hesar:
Pas på parforholdet

Ofta ynskjaa vit, at okkara maki tekur seg saman ella broytir seg, men um vit skulu ansa eftir parlagnum og varðveita kærleikan við tíðini, skulu vit fyrst og fremst spyrja okkum sjálv: Hvat kann eg gera, so mín maki kann hava tað gott. Mong ansa væl eftir heilsuni, hjúkla um vinaløg og savna seg um starvsleiðina. Men mitt í gerandisdegnum verður parlagið ofta gloymt. Tað góða parlagið er eitt samband, sum skal røktast og umsitast júst sum alt annað. Gevast vit at tosa um okkara samlív – tey góða eins og tey truplu evnini – kann tað henda, at vit verða hvørt øðrum fremmand.
Rithøvundur: Mattias Stølen Due
Forlag: Kristeligt Dagblads Forlag
Kostnaður kr 200,00
Keyp her…
Skabt som mand

Henda bókin er ein avbjóðing – ein avbjóðing til at liva treyst og við kærleika sum maður, soleiðis sum Gud hevur ætlað tað. Men tað er ikki lætt fyri okkum menn at halda eina støðufasta kós á kynsliga økinum Hvønn dag eru nýggj kynslig tilboð, ikki minst á internetinum, og tað leiðir nógvar menn í freistingar og stórar hjúnalags- og lívskreppur.
Matthias Burhenne eggjar okkum til at síggja veruleikan í eyguna og nevna syndina við navni, so hon missir sín mátt. Men hann ger meira enn tað. Hann fevnir breitt og býður veruliga hjálp til at liva kynslívið á ein góðan hátt. Og hann gevur góð ráð um, hvussu eitt kærleikssamband, sum er kólnað, kann fáa nýtt lív og nýggjan eldhuga.
Rithøvundur: Matthias Burhenne
Forlag Logos Media
Kostnaður kr 250,00
Keyp her…
Det maskuline i krise

Mangir menn eru í iva um teirra samleika. Menn við óroyndum menningarmøguleikum. Menn, sum hava ov nógv at gera, eru ov fráverandi og tí ikki brúka tíð saman við familjuni, ella sum ikki røkka til í arbeiðinum ella heima við hús.
Hendan bókin snýr seg um endurreising av monnum, og tað, ið hendir tá menn vísa sítt virði. Bókin gevur eisini kvinnum vón, tí tað feminina og maskulina fullfíggja hvørt annað.
Rithøvundur: Leanne Payne
Forlag: Scandinavia
Útgivin: 2013
Blaðsíður: 189
Kostnaður kr 170,00
Keyp her…
Løvedræber

Á veg inn í vaksnamannalívið stríðast vit við spurningum og ivamálum. Tað krevur styrki, áhaldni og dirvi at fara í bardaga móti ‘leyvunum’.
Í bókini verður tú ein partur av bersøgnum samrøðum millum faðir og son, tá teir tosa um kærleika, arbeiði, pengar, dreymar og Gud.
Her er íblástur og innlit at heinta bæði hjá ungum monnum og teirra fedrum.
Rithøvundur: John Eldredge & Sam Eldredge
Forlag: ProRex
Útgivin: 2015
Blaðsíður: 208
Kostnaður kr 200,00
Keyp her…
Den teknologibevidste familie

Teir tøkniligu miðlarnir stríðast fyri at fanga okkara uppmerksemi allar tímarnar í samdøgrinum, og tað er ikki gott, hvørki fyri okkum sjálvi ella okkara familjur. Høvundurin megnar at geva okkum ítøkilig amboð til at skapa ein gerandisdag, har tað eru tey kristnu virðini, sum seta dagsskránna, og har skíggjarnir mugu laga seg eftir tí. Tað kunnu tey flestu okkara læra sera nógv av!
Rithøvundur: Andy Crouch
Forlag: Logos Media & KLF kirke og medier
Útgivin: 2020
Blaðsíður: 216
Kostnaður kr 200,00
Keyp her…
Åndelige forældre søges

Bókin setur orð á neyðarópini hjá teimum ungu eftir vaksnum, sum vilja taka sær tíð og brúka orku uppá tey og lurta eftir teimum. Vilt tú svara teimum?
Leikluturin sum andalig foreldur er ein tænasta, har tey vaksnu leggja dent á at vera nakað fyri tey ungu, heldur enn at gera nakað fyri tey. Uttan tey búnu vaksnu verður meinigheitslívið ein ‘einsamøll heima-veitsla’, og dýrabærur lívsvísdómur fer til spillis. Høvundurin vendir sær bæði til tey ungu, sum leingjast eftir andaligum foreldrum, og teirra, sum leingjast eftir at gerast tað. Heitt verður á tey ungu, vaksnu og eldru um at fáa eyga á hvønn annan.
Her er eitt bókaummæli, sum Ata Jacobsen hevur skrivað av bókini. https://trubodin.fo/yngra-aettarlidid-saknar-grau-harini/
Rithøvundur: Torbjørg Oline Nyli
Forlag: ProRex
Útgivin: 2016
Blaðsíður: 204
Kostnaður: kr 150,00
Keyp her…
De gode (nok) forældre

Stress, travlhed og høje ambitioner er noget, der udfordrer forældre i dag. Man vil gøre det så godt for sine børn, og mange forældre oplever et pres for hele tiden at gøre det rigtige og for alt i verden ikke at begå fejl.
Ingen af os er imidlertid perfekte, og derfor har eller får vi alle sammen uheldige oplevelser med i bagagen. Ingen kommer igennem et langt forældreskab uden at fejle. Målet med denne bog er at præsentere et mere nådigt forældreideal, hvor der er plads til at begå fejl, uden at man af den grund mislykkes som menneske.
Bogen er en anledning til at blive klogere på, hvem man er som forældre, og samtidig en mulighed for at spejle sig i – og lære af – andres erfaringer og relevant forskning om, hvordan man er gode nok forældre.
- udgave
I denne udgave er der tilføjet to nye kapitler med overskriften »The Mental Load« (den mentale byrde) og »Perfekthedskulturen«.
Anmeldelser
»Ahaoplevelserne stod i kø … Bogen giver inspiration og sænkede skuldre. Der er meget godt at hente, uanset hvilken alder børnene har, og der gives et nådigt blik på sig selv som forældre, og det tror jeg, man altid kan have brug for.«
Impuls: »En vigtig bog, som jeg tror vil kunne gøre en stor forskel for mange forældre og deres familier.«
Udfordringen: »Bogen kan klart anbefales til alle forældre, men også til os, der står rundt om de unge forældre, så vi bedre forstår, hvordan deres virkelighed ser ud.«
Rithøvundar: Lise og Frederik Berggren Smidt
Forlag: Logos Media og Lohse
Ùtgivið: 2025
Blaðsíður: 251
Kostnaður: 200,00
Keyp her…