Bøn og salving

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Forbøn fyri sjúkum – við ella uttan salving – hevur verið í fokus millum nógv fólk síðstu dagarnar.
Tað er ikki løgið, tí sjúka og líðing rakar fólk í flestu familjum, og tá fólk við náðigávum at grøða vitja, so føðir tað bæði áhuga, vón og spenning hjá nógvum sjúkum og hjá teirra kæru.

Í okkara evangeliska lutherska samanhangi vita vit væl, at Gud gevur nøkrum fólkum  náðigávur at grøða. Harafturat verða fólk bæði biðin fyri og salvað á okkara møtum og í sambandi við onnur tiltøk, sum Heimamissiónin hevur – hóast tað ikki altíð verður tosað so hart um tað.
Kortini eru tað leiðarar og ábyrgdarpersónar, sum eru varnir, tí forbøn og salving má ikki taka fokusið frá, at menniskjum fyrst og fremst tørvar Jesus sum frelsara, áðrenn teimum tørvar hann sum lækna.
Harafturat eru nøkur bangin fyri brúki, tí tey hava upplivað ella hoyrt um misbrúk av bøn og salving, har grøðing varð lovað, men eingin grøðing hendi.

Minnast skal á, at eingin verður frelstur av at trúgva, at Gud grøðir. Heldur eingin verður frelstur av at verða grøddur ella av at síggja onnur verða grødd. Kortini kann ein grøðing opna vegin til Jesus og føra til trúgv á hann. Fólk verða bara frelst við trúgv á Jesus, frelsaran, við tí reinsandi blóðinum. Jesus grøddi einaferð tíggju mans, men bara ein vendi aftur við tøkk og undran.

Og tó, tá tað er sagt, so ynskja vit livandi kirkjulið, har tað livandi Guds orðið verður boðað, og har náðigávurnar eru í nýtslu.
Bíbliutrúgv eru vit ikki einans við at halda okkum frá tí óbíbliska, men tá vit samstundis í eyðmýkt og í áliti á Jesus, tora at fylgja Bíbliuni. Her hava heimamissiónsfólk møguliga verið ov varin – ella ov líkasæl.

Leiðarar hava ikki raðfest møguleikan fyri forbøn og salving nóg frammarlaga, við tí úrsliti, at tað sjáldan ella ongantíð verður gjørt. Ein fylgja av tí kann vera, at fólk, sum eru sjúk, og sum ynskja forbøn og salving í missións- og meinigheitshúsinum, fara í aðrar samkomur fyri at fáa hetta gjørt.
Her má broyting koma í. Og ikki bara “fyri at halda uppá fólkini”, men enn meiri fyri at vera eitt livandi, andsfylt og bíbilskt kirkjulið í okkara samtíð, har Gud hevur sett okkum.

Bíblian er greið, tá tað ræður um bøn.
Fyri tað fyrsta, so kunnu øll biðja til Guds, fyri tí tey hava uppá hjarta. (Fil 4,4-7).
Fyri tað næsta, so gevur Gud nøkrum menniskjum náðigávur at grøða. (1 Kor 12). Tí skulu vit vera opin fyri henni bæði persónliga og í kirkjuliðinum og biðja um hana, samstundis sum vit biðja um vísdóm til at nýta hana.
Fyri tað triðja, so hevur Gud givið leiðslunum, “teimum elstu” í kirkjuliðunum, eina forbønar- og salvingaruppgávu upp í hendi. (Ják 5,13-20).
Tí skulu stýrini og onnur ábyrgdarfólk í kirkjuliðunum vera opin fyri og klár til at biðja og salva sjúk, sum ynskja tað.

Hetta er ikki eitt val, men eitt “mást”, um vit ynskja at vera bíbliutrúgv og livandi kristin. Tí vóni eg, at stýrini hava tosað um framferðarháttin og hava salvuna klára, tá fyrispurningurin um forbøn við salving kemur.
Her ræður um at vera dirvismikil og eyðmjúk samstundis og rokna við Gudi. Vit skulu við dirvi gera tað, Bíblian biður okkum gera – uttan tó at lova grøðing. Grøðir Gud, er tað stórt. Gevur hann signing til at bera sjúkuna – er tað eisini stórt.

Gud kann gera langt út um tað, vit biðja um ella skilja. (Ef 3,20-21). Tí er Guds svar uppá okkara bønir ikki bundið at, um vit sum biðja hava stóra og sterka trúgv ella lítla og veika.
Lítla og ivandi trúgvin er ikki ein forðan fyri bønarsvari, men tað er harafturímóti vantrúgv og ólýdni.
Gud er almáttugur og kann grøða hvønn hann vil, gjøgnum tann hann vil ella lata vera.