Bønartúr

Torleif Johannesen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Næstseinasta leygarkvøld vóru vit nøkur frá missiónshúsinum, sum gingu ein bønartúr ella gongutúr í bøn runt í kommununi. Seks økir vóru býtt út millum fólkini, so tey bóðu fyri umleið líka nógvum heimum og fólkum.

Er tað ikki bara at gera seg upp at ganga runt og biðja fyri øðrum? Var tað ikki Jesus, sum segði ”Tá tú heldur bøn, tá far innar í kamar títt og lat aftur hurð tína og bið til faðir tín, sum er í loyndum, og faðir tín, sum sær í loyndum, skal gjalda tær?”

Jú, rætt er tað, at tann, sum biður fyri at vísa seg fyri øðrum ella fyri at fáa umrøðu og møguliga rós, hevur longu tikið upp løn sína.

Samstundis er tað eisini satt, at bønararbeiðið ikki er eitt avmarkað arbeiði ella øki, men ”biðið uttan íhald”, sigur ápostulin.

Hvat skuldu vit biðja um? Fyrst kundu vit takka Gudi fyri heimini og fyri tey fólk, sum myndaðu heimini, vit gingu fram við. So nevndu vit nøvnini á teimum, vit kendu og mintust, og søgdu við Gud, at hann kendi øll, eisini við navni, sá teirra tørv og hvussu tey høvdu tað. So bóðu vit Gud um at geva teimum eftir tørvi, signa og varðveita tey. Kendu vit onkran, sum tørvaði ítøkiliga forbøn, ja, so varð biðið fyri viðkomandi.

LES EISINI  Kirkjurnar í Sri Lanka hava tørv á forbøn

Hví skriva um hetta, tá Jesus segði, at ”vinstra hond skal ikki vita, hvat høgra hond ger”? Guds fólk er kallað er gera góðar gerningar, men ikki fyri at æra seg sjálvan ella fyri at fáa æru frá øðrum, men fyri at æra Gud. Gud sær sjálvt í myrkri, hoyrir sjálvt í stormi og í óljóði og fylgir við, hvat børn hansara gera. Hann lønir teimum eisini.

Endamálið við bønartúrinum var at bera bygdarfólkið í bøn upp til Guds. Tað hevur týdning fyri tey og er til signingar fyri tey biðjandi. Úrslitið kenna vit ikki, men tað er heldur ikki neyðugt.

Jesus segði: ”Tí at hvør tann, ið biður, hann fær, og tann, ið leitar, finnur, og tí, ið bankar uppá, skal verða latið upp fyri.”

So er tað nóg mikið svar, nóg mikil gleði og nóg mikil signing – og nóg góð grund til áhaldni og úthaldni í bønini og í góða verkinum. Gud svarar í sínum tíma og á sín egna hátt. Tí er tað eisini spennandi at biðja, virka og bíða.

LES EISINI  Lær okkum at biðja

– Ert tú farin ein spákitúr? spurdi ein bilførari meg, tá hann spakuliga koyrdi fram við. – Ja, ein bønarspákitúr! svaraði eg. So greiddi eg honum frá uppgávuni, við tí úrsliti, at hann segði, at tað var gott við forbøn og at tað ofta var lættari at biðja til Guds úti í náttúruni enn inni. Tað gav eg honum rætt í.

Nógv fólk tosa og skriva um, hvussu stóran týdning tað hevur at røra seg og ganga túrar.

Hvat við at Guds fólk tók henda táttin upp, gingu bønartúrar í nærumhvørvinum, biðjandi fyri húsfólkunum, grannum, bygdarfólkinum, landsmonnum…?

Tað er ikki neyðugt at rópa ella at biðja hart. Gud hoyrir sjálvt hjartasuffini.

Lønin hevði bæði verið sunnari lív og størri likamlig vælvera, og Gud, sum hoyrir bønir, hevði svarað á ymiskan undurfullan hátt. Persónliga trúarlívið hevði verðið sterkari og ríkari, og tað hevði eisini sæðst aftur í kirkjuliðinum og í missiónsarbeiðinum um landið – um heimin.

LES EISINI  Forbøn

Gud vil, at vit biðja til hansara, tí hann vil fegin geva.

Tað gav mátt, tá tú helt saman hendur,
– hóast hondin var lítil og veik –
tá til alveldis Gud tú teim vendir,
aldri neyðstadda barn sítt hann sveik.

Svar hans ávegis er, einglar bera tær boð,
um tað drálar, tað fram tó skal ná.
Hetta játtar tær sannleikans trúfasti Gud:
”Heit á meg, og tú bjarging skalt fá.”

(MS 242)

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina