Byggja Guðs ríki

Tað er munur á náðigávum, men andin er hin sami; og tað er munur á tænastum, og harrin er hin sami; og tað er munur á kraftargerðum, men Guð er hin sami, sum virkar alt í øllum.
(1. Kor 12, 4-6)

Ein sunnudagsskúlasangur byrjar soleiðis: ”Byggja Guðs ríki, byggja Guðs ríki,” og er hann so sera nógv sigandi, hvat vit, sum samkoma, eiga at hugsavna okkum um, nevnliga at byggja Guðs ríki.

Teksturin, vit lesa í 1 Kor 12, 4-6, sigur nakað um, hvussu vit skulu líta at tí – hetta at byggja Guðs ríki við øllum tí, tað rúmar og eisini geva øllum ans.

Her verður greidliga nevnt, at munur er á uppgávum. Vit eru mong, sum hava ymiskar náðigávur; men allar eru líka nógv verdar við Guðs anda. Summi kunna tala í tungum, onnur kunna tala og uppaftur onnur kunna biðja um grøðing; alt til Guðs ríkis æru.

Eisini eru nógvar tænastur, vit kunna nevna, tá um Guðs kirkju verður tosað. Guð sær allar uppgávur eins umráðandi. Líka mikið, hvør uppgávan er. Verður hon ikki gjørd, manglar hon; tá ið dagurin er runnin. Hetta hava flestu av okkum helst upplivað meir enn eina ferð í lívi okkara.

Dagliga mugu vit sanna, at onkrar uppgávur ikki verða sæddar eins umráðandi og aðrar. Vit hava ofta hug til at lítilsvirða ymsar uppgávur ella tænastur. Vit eru ofta rímiliga røsk at gera okkum okkara egnu meiningar um, hvat ið er neyðugt, og hvat ið ikki er. Eisini duga vit so sera væl at seta tænastur í bás. Hetta ger so aftur, at vit ikki virðismeta allar uppgávur ella tænastur eins nógv. Eisini er tað so sera lætt at lata seg ríva við í hesum, tá tær sjónligu tænasturnar ella uppgávurnar eru nógv lættari at leggja til merkis, og tí eisini lættari at virðismeta.

Lesa vit, tað Guðs orð sigur, um hesi viðurskifti, varnast vit skjótt, at vit mettu skeivt. Vit eiga at seta allar tænastur og uppgávur eins, við tað at tær eru allar líka í Guði.

Tá ið vit skulu byggja Guðs ríki á jørð, hava vit brúk fyri, at allar uppgávur ella tænastur verða gjørdar fyri ikki at mangla. Hetta, at byggja Guðs ríki á jørð, er sum at byggja eini hús. Er okkurt, sum ikki verður gjørt, so verða húsini ikki liðug og kunna tí ikki brúkast.

Tá ið vit fara undir at byggja eini hús, byrja vit við at gera eina tekning; síðani eina meting av, hvat hetta krevur og raðfesta allar uppgávurnar fyri at kunna gera húsini so væl sum til ber. Tá ið hetta er gjørt, so verður farið at byggja. Tá vit eru komin hagar, so er ongin uppgáva, sum kann liggja ógjørd, fyri at húsini skulu gerast veruleiki. Allar eru tær sera ymiskar, men allar eru líka umráðandi til tess at fáa húsini liðug.

Sama kann sigast um tænastuna í eini kirkju ella samkomu. Allar tænastur eru eins neyðugar fyri at kirkjan, ella samkoman, skal virka til fulnar. Her er tað serliga umráðandi, at vit duga at virðismeta allar tær ymisku uppgávurnar. Um ein tænasta ikki verður virðismett, so verður hon ikki gjørd, og kemur tí at mangla fyri at hava eina sunna kirkju ella samkomu. Øll, sum ganga í kirkju ella eini samkomu, mugu kenna seg virðissett fyri at kunna halda fram at koma hagar. Vit hava fleiri tænastur, sum ikki síggjast so væl, men eru tó so sera umráðandi, fyri at kirkjan ella samkoman skal virka. T.d bønartænastan, hon kann vera ein tænasta, sum eingin veit, at tú gert, og tí kann vera trupult at viðurkenna hetta, men tænastan er sera umráðandi. Hinvegin er tænastan  at tala, meiri sjónlig, og tí lættari at virðismeta. Eisini ein umráðandi tænasta, men ikki meir enn bønartænastan. Verða tænasturnar ikki gjørdar, mangla tær, líka mikið, hvør tænastan er.

Eisini hetta, at vilja bjóða seg fram til tænastu, er umráðandi. Vit skulu ikki bera okkum undan at gera tænastur ella uppgávur í Guðs ríki. Hesar uppgávur skulu gerast og fleiri, vit eru, tess fleiri verða at lyfta.

Um vit ikki vilja vera við, so síggja vit nógvastaðni, at tað eru tey somu, sum verða biðin at gera allar tænasturnar og uppgávurnar í kirkjuni ella samkomuni. Hetta økir um vandan fyri, at kirkjan ella samkoman gerst einstáttaðar og kanska minni áhugaverdar at koma í. Tí er so sera umráðandi at bjóða seg til at gera tænastu í kirkju og samkomu, fyri at allar hesar kunna vera gjørdar so væl og fjølbroyttar, sum Guð ynskir. Hann kallar teg, tí hann vil hava teg til hesa tænastu ella uppgávu.

Hugsi um Jónas. Hann helt ikki, at hann dugdi til ta tænastu, sum Guð kallaði hann til. Líkasum við Jónasi, er tað ikki vit, sum skulu duga. Vit skulu lata okkum brúka í Guðs tænastu. Guð dugir og vil syrgja fyri, at vit kunnu verða brúkbar. Tað sær kanska ikki so væl út í okkara eygum og hugaheimi, men Guðs kann nýta teg júst, sum tú ert.

Hetta eigur at læra okkum, at vit oftari eiga at tosa um tænastur og uppgávur í Guðs ríki og eisini, at vit eiga at eggja menniskjum ikki til halda seg aftur at bjóða seg fram til hesar uppgávur og tænastur. Vit, sum kirkja ella samkoma, mugu nógv meira hugsa um, hvussu vit fáa javnsett allar uppgávur og tænastur. Vit skulu eisini minnast til at takka fyri allar gjørdar uppgávur og tænastur. Haldi, tað er sera umráðandi, at hetta verður eitt kennitekin fyri okkum sum kirkju ella samkomu, at okkum toknast allar tænastur og uppgávur, okkum eru ætlaðar.