Daglig kongavitjan
Nógvir føroyingar hava verið spentir til kongavitjanina nú í juni. Hann vitjar jú ikki dagliga. Mong eru farin frá húsum, skúlum og barnagørðum, fyri at síggja kongin við familju.
Mong hava heilsa teimum og rætt teimum hondina, í vón um at fáa eitt kongaligt lógvatak. Sigast má, at tey hava ikki verið pírin við at heilsa uppá fólk.
– Fái eg heilsa uppá tey, ætli eg ikki at vaska mær aftur um hondina, segði ein skemtandi.
– Føroyingar eru blíðir og hjartaligir, og vit kenna okkum hjartaliga vælkomin til Føroyar! Tað var kongaliga útsøgnin og niðurstøðan, nú vitjanin er av. Tað er gleðiligt. Jú, stórt er at hava kong á vitjan. Tað sást og hoyrdist á fólki. Tey eru sanniliga ikki hvør sum helst, tí bæði løgregla, trygdarmenn, verjuskip, v.m. fylgdu teimum og vardu tey – bæði dag og nátt.
Himmalkongurin
Vitjanin hevur fingið meg at hugsa um Himmalkongin, Jesus Kristus. Tað var ikki nógv jarðisk stákan og móttøka tá hann kom, hóast einglarnir sungu.
Tað var ikki nógv tign og heiður yvir himmalkonginum á gøtunum í Nasaret, Betania og Jerusalem. Hvørki vaktarmenn ella løgregla fylgdu honum, men 12 bangnir menn, meðan aðrir vildu taka hann av døgum.
Sorgblítt stendur skrivað um fólk hansara: “Hann kom til sítt egna, og hansara egnu tóku ikki ímóti honum.” 1). Tey, sum ynsktu at fylgja honum fingu at vita, at “Revar eiga holur, og reiður eiga himmalsins fuglar; men menniskjusonurin eigur ikki tað, sum hann kann halla høvur sítt at.” 2).
Nei. Hvørki jarðiskt ríkidømi ella popularitetur fyltu í huga hansara.
“Kristus, Ísraels kongur – hann stígi nú niður av krossinum, so at vit kunnu síggja tað og trúgva!” 3). Tað vóru spottandi rópini, tá hann í hjálparloysi var krossfestur sum brotsmaður.
Pilatus segði tá við hann: «Men so ert tú kongur kortini?» Jesus svaraði: “So er sum tú sigur, eg eri kongur. Til tess eri eg føddur og til tess kom eg í heimin, at eg skal vitna um sannleikan; ein og hvør, sum er av sannleikanum, hoyrir rødd mína.» 4).
Rættir tú konginum hondina
Stóri spurningurin er tí: Hoyrir tú Jesu rødd? Rættir tú himnakonginum hond tína og biður tú hann leiða og eiga teg? Sleppur hann at verða kongur í hjarta og lívið tínum?
Vita skalt tú, at biður tú hann koma inn til tín, kemur hann inn. Biður tú hann um fyrigeving, fært tú fyrigeving og harvið nýtt lív.
Tá fert tú frá bara at verða heimsborgari til eisini at gerast himmalborgari, frá at vera eitt heimsins barn til at verða eitt Guds barn og kongabarn.
Tí skrivað stendur: «Men so mongum, sum tóku ímóti honum, teimum gav hann mátt til at verða Guðs børn, teimum, sum trúgva á navn hansara” 5). Tekur tú ímóti Jesusi, sum er tað sama sum at trúgva á hann, skalt tú vita og uppliva, at tú dagliga hevur kongavitjan, ert kongabarn og vardur og signaður av konginum. Jesus tekur tá bústað hjá tær, saman við Gud Faðir og Heilaga Andanum. 6).
Jesu livir ævigt. Tað gera jarðiskir kongar ikki. Jesu ríki er eitt ævigt ríki, og verður standandi sjónligt, tá himmal og jørð ganga undir. Størsta lukka er at kenna himmalkongin, eta og drekka við hansara borð og liva í náði og umsorgan hansara – bæði dag og nátt. Er tað tín lukka?
1). Jóh,1.11. 2). Matt.8,20. 3). Mark.15,32. 4). Jóh.18,37. 5). Jóh.1,12. 6). Jóh.14,23.