– Eg eri ikki beisk inn á Gud

Rósalind Olsen í Runavík greiðir í hesi samrøðu millum annað frá tí sváru tíð, tá maður hennara, Oddmar, fekk krabbamein og tí hálva árinum frá tí, hann fekk staðfest sjúkuna, og til hann doyði. Hon sigur, at hon er ikki beisk inn á Gud, men er heldur vorðin meira bundin at honum.

Rósalind er ættað av Sandi. Eftir 9. flokk fór hon til Onglands á ein kristnan málskúla í Bournmouth og var har í tveir mánaðir, og har møtti hon Oddmari fyrstu ferð.
– Fyrstu tíðina var eg einsamallur føroyingur á skúlanum, men so hoyrdi eg, at ein annar skuldi koma, og tað var Oddmar. So har fann eg hann. Tá var eg 16 ára gomul. Hann var níggju ár eldri. Vit fóru so heimaftur til Føroya í senn, sigur Rósalind. 

Fekk staðfest krabbamein

Á heysti 2012 merkti Oddmar, at hann hevði ein knykil á hálsinum. Hann hugsaði ikki so nógv um tað í fyrstuni, men fór so til kanningar á Landssjúkrahúsinum, og síðst í februar mánaði í 2013 fekk hann staðfest, at tað var krabbamein.
– Vit hava altíð tosað væl og nógv saman, og tá vit høvdu fingið hetta at vitað, fóru vit út á eitt matstað, fingu okkum at eta og tosaðu um hetta: Hvussu gera vit nú, hvussu siga vit børnunum hetta og so framvegis. Tá vit komu heim, fortaldu vit teimum hetta, og av tí at vit vóru rólig, so vóru tey eisini rættiliga rólig, sigur Rósalind.

Øll samrøðan er prentað í Trúboðanum, sum kom í øll hús 20. november.