Eg havi ikki tíð
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.
“Eg havi ikki tíð” – hevur tú nakrantíð hoyrt onkran sagt tað? Hevur tú nakrantíð sagt hetta við onkran? Ivaleyst.
Tíðin er ofta knøpp. Vit hava úr at gera. Viðhvørt so nógv, at vit verða noydd at velja og vraka, hvat vit skulu brúka tíðina til. Ofta er tað undir slíkum umstøðum, at vit siga: “eg havi ikki tíð”.
Men tíð er í veruleikanum tað einasta, vit hava!
Spurningurin er bara, hvussu vit brúka okkara tíð.
Sum smágenta las eg eina ferð eina søgu um ein bussførara, sum av hvørjum heilum tíma hevði sjey minuttir at bíða í, áðrenn hann aftur skuldi somu leið. Í fyrstuni hevði hann hug at keða seg hesar sjey minuttirnar. Men so fór hann at rokna, hvussu nógvar minuttir hann hevði um dagin at bíða í. Hann arbeiddi í átta tímar, og átta ferðir sjey eru 56 minuttir. Faldaði hann hesar 56 minuttirnar við teir fimm arbeiðsdagarnar um vikuna, fekk hann 280 minuttir. Tað vil siga fýra tímar og 40 minuttir um vikuna. Faldaði hann hesa tíðina við fýra, so hevði hann 1120 minuttir um mánaðin. Tað er tað sama sum 18 tímar og 40 minuttir hvønn mánað. Tá tók hann eina avgerð.
Hann tók urtagarðsamboðini við í bussin, og fór so undir at røkta stykkið, sum lá við endastøðina hjá bussleiðini. So við og við fóru fólk at leggja til merkis, hvussu vakurt hetta annars órøkta stykkið var vorðið. Trø og runnar vóru sett niður, blómur vuksu og grasið var sligið. Og fólk undraðust. Hevði hann ikki bara sjey minuttir? Jú. Orðatakið: “mangir løkir smáir gera stórar áir” fingu bæði fólkini og ikki minst hesin bussførararin at sanna.
Hvussu er hjá okkum? Vit hava ein annan garð at røkja – Guds víngarð. Siga vit: “Eg havi ikki tíð”? Um so er, so fari eg at eggja tær til at hugsa eina ferð aftrat. Tíð er alt, vit hava. Spurningurin er bara, hvussu vit velja at brúka okkara tíð. Sjálvandi er tað ikki so einfalt, at vit ráða yvir allari okkara tíð. Vit hava jú okkara arbeiði og skyldur at røkja, men nakað av tíðini hava vit avgerðarrætt yvir. Hvussu verður henda tíðin brúkt? Er tað javnvág ímillum heimalív, familju, vinir og Guds ríkis arbeiði?
Tað fellur okkum ikki natúrligt at raðfesta Guds ríki fremst. Tí mugu vit biðja um, at vit mugu fáa vísdóm frá Gudi at brúka tíðina, sum vit hava til taks, rætt. “Men søkið fyrst Guds ríki og rættvísi hansara, so skal alt hetta verða tykkum givið umframt” (Matt 6,33).
Okkara tíð og evni tykjast okkum mangan ógvuliga avmarkað. Men velja vit kortini at geva Gudi okkara tíð og evni, so skulu vit eisini eins og hesin bussførarin fáa at kenna, at tað grør um gangandi fót.
Elinborg Osvaldsdóttir, Syðrugøtu