Eg havi verið prestur í Hong Kong 12 ár

– Tá ið eg flutti til Stóra Bretland fyri tveimum árum síðan, hevði eg verið prestur í Hong Kong og tænt har í 12 ár. Eg var ørkimlaður, tí eg hevði mist mína sjálvsmynd. Eg stríddist í umleið tíggju mánaðir, tí eg fann einki arbeiði – eg hevði einki at takast við, so eg hvíldi og bað.

– Eitt bíbliuvers, sum kom fram fyri meg, var Sálmur 139,16: “Forløg míni eygu tíni sóu, og í tína bók vórðu skrivaðir allir teir dagar, ið avmáldir vóru, áður enn nakar av teimum var til.” Hetta versið gav mær stóra troyst, tí framtíðin er í Guds hondum.

– Eg fann eitt starv sum parttíðar reingerðarfólk á universitetinum. Í døgverðasteðginum las eg í Bíbliuni, og leiðarin hjá mær, ein ensk kvinna, var forvitin og spurdi, hví eg gjørdi tað. Eg greiddi henni frá um mína trúgv.

– Hon segði mær, at fyri 20 árum síðan hevði hon havt eina missburð og mist barnið. Hon ynskti at finna ein prest at biðja fyri barninum og signa tað, men hon fann ongan. Hetta bleiv ein stór sorg í lívinum. Eg royndi at troysta hana og deildi hetta versið við hana og tosaði um, hvussu Gud hevði eina ætlan fyri hana og barnið. Hon føldi linna.

LES EISINI  Føroysk sunnudagsskúlabørn sent 70.000 krónur til Sat-7 Kids

– Hetta var fyrstu ferð, eg fekk høvi at deila Guds orð við fólk í nærumhvørvinum. Eg takki Gudi fyri hetta høvið. Eg veit, at Gud hevur eina ætlan við mær her í Stóra Bretlandi. Nú havi eg tað gott við at vera her. Áður vórðu trúboðarar sendir úr Bretlandi til Hong Kong, men nú koma nógv fólk úr Hong Kong til Bretlands og kunnu deila lív sítt og trúnna við onnur.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina