Eg hevði rætt til lívið!

Heri Kjærbo

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

“Dengang var det ikke så nemt at få en abort”, var svarið, sum eg fekk, tá eg fyrstu ferð møtti biologisku mammu míni og spurdi um mína fortíð.

Hvat er munurin á 7. januar 1967 og 7. januar 2019? Fyri meg er munurin lív og deyði, at vera føddur ella at hava mist rættin til lívið!

Fyri meg var 7. januar 1967 ein lagnudagur. Eg varð føddur! Tað, sum vardi meg, var landsins lóg. Kvinnan, sum læt meg føða, kendi seg ikki at vera føra fyri at hava meg og læt meg til eitt barnaheim, og síðani varð eg ættleiddur til míni foreldur, sum hava elskað meg og hava givið mær góðar karmar og umstøður í lívinum.

Eingin ivi fyri meg í dag, at virðini, politikarar hava, hava allan týdningin fyri, um tey óføddu børnini hava møguleikan at koma inn í henda heimin, ella ikki. Um politikarar byggja á gudloysi ella humanistisk virði, so er tað ógvuliga lætt at geva kvinnum rættin til at taka fostur ella ikki. Men har menniskju geva øllum menniskjum – eisini teimum óføddu – rættindi at liva, har hava menniskju sum eg møguleika at liva.

Hvør munur er á mær og tær? Hvør í hesum heimi hevur myndugleika at døma, um eg skal liva ella ikki?

Eg havi fingið trý børn í dag, og hesi liva, tí ein kvinna ikki hevði betri ella størri rættindi til lívið enn eg!

LES EISINI  Hvat halda floksformenninir um “fría fosturtøku”?

Er tað rætt at drepa ein sum meg? Tíbetur varð eg føddur í 1967, áðrenn fosturtøka varð frígjørd í Danmark, tí um tað var í 2019, hevði eg verið dripin, og míni deiligu børn høvdu ongatíð livað!?

Eg eri so sera takksamur fyri, at kvinnan, sum bar meg, valdi at fylgja lógini, hóast hon ikki kendi seg føra fyri at hava meg hjá sær, men gjørdi sína skyldu og tók avleiðingarnar av at vera menniskja, og læt meg koma inn í hesa verð.

Tað takki eg henni fyri. Men eg takki eisini fyri, at menniskju gjørdu lógir, sum vardu meg, tann ófødda, so eg varð føddur. Eg takki eisini fyri kærleikan, foreldur míni høvdu, at taka meg til sín, hóast tey ikki fingu meg, sum natúrligt er. Tey ættleiddu meg, og vit gjørdust ein familja. Foreldur og barn. Eisini hetta gjørdi lógin okkum øllum møguligt. Lógirnar vardu okkum!

Men í dag í 2019 er støðan ikki tann sama. Tey óføddu børnini, sum eg eisini var ein partur av, liva í einum ótryggum heimi. Ongar lógir verja tey óføddu longur. Nú hava egoisman og onnur gudleys virði tikið yvir. Hetta snýr seg ikki bara um virði, men tað fær avleiðingar og fylgjur, sum vit ikki hava rúm fyri at skilja. At taka lív fær sjálvandi avleiðingar!

Tað undrar meg, at vit kunnu gera so nógv fyri at bjarga menniskjum í neyð, eitt nú tá kríggj er ella vanlukkur, samstundis sum vit kunnu taka so nógv lív.

Hvar er samanhangurin? Vit ikki bara loyva fosturtøku, men beinleiðis eggja til tað í fleiri førum og harvið drepa túsundavís av menniskjum hvørt ár um heimin, og av hesum eru eisini nøkur føroyingar. Tí eiga vit at broyta lógina og gera tað ólógligt at taka fostur! Hesi hava somu rættindi til lívið sum tú og eg. Eg var so heppin at vera vardur av lógini í 1967. Men tey, sum eru í míni støðu, fáa ongantíð lívsins gávu; hon er tikin frá teimum.

LES EISINI  Bókin "Hví verja lív?" í hvørt hús

Tá vit lesa tey 10 boðini, er tað eina, at tú má ikki drepa. Hetta boðið merkir eisini, at vit eiga at verja lív. Tí er tað einki minni enn ein tjóðarsynd, at vit lata kvinnur taka fostur. Vit tosa um, at kvinnur hava rættindi. Tað hava tær! Men fostrið, kvinnan ber, hevur somu rættindi! Soleiðis er skapanarverkið innrættað, og hetta kunnu vit ikki gera okkum harrar yvir, men innrætta okkum eftir og í takksemi síggja komandi ættarlið taka ábyrgdina fyri lívinum víðari. Tá ein kvinna ikki megnar at hava eitt barn, eru tað onnur menniskju, sum kunnu taka ábyrgd.

Tað er Gud, sum er skaparin og ábyrgdari fyri okkara lívi. Um vit leggja okkum eina við gudsótta og takka Gudi fyri skapanarverkið, verður hetta okkum til signing!

 

Bloggurin varð prentaður í Trúboðanum nr. 21/2015.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina