Eg hugsi og velji – tí eri eg

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

”Eg hugsi og velji, ikki bara míni netverk, vinir og klædnamynstur, men eisini trúarinnihald, vanar og normar”. Í dagsins samfelag ger ongin nakað av tvingsli. Og tó.

Eg velji at lurta eftir læknanum, tá hann ræður mær til at halda uppat at eta ov søtt, tí eg kann doyggja, um eg ikki lurti eftir honum.

Eg velji at leggja dempara á mínar kenslur dagliga, tá eg onkuntíð havi hug at skelda onkran út fyri tað, tey ikki áttu at havt gjørt ella sagt.

Eg velji at lata vera við at liva út allar mínar innastu lystir, tí tað ofta annars vildi verið sera ópassandi at gjørt tað, man kundi havt hug til, beint har og beint tá!

Augustin, afturi í 400-talinum, fortelur í dagbókum frá, hvussu hann livdi fyri at uppliva kynsligt njótilsi. Inntil hann møtti Jesusi. Tá fortelur hann, hvussu hann ein dagin gekk túr í urtagarðinum og ein av gomlu elskarindunum kemur lokkandi eftir honum. Hann takkar pent – nei takk, men hon heldur fram. Hann takkar fyri aðru ferð nei takk, og tá hugsar hon, at hann møguliga ikki kendi seg aftur. Tískil rópar hon: ”Augustin, sært tú ikki, at tað eri eg”. Og hann svarar: ”Jú, eg síggi, at tað er tú, men eg eri ikki longur eg”.

Augustin upplivdi, at hann ikki longur livdi fyri sær sjálvum, men at Kristus livdi í honum. Eins og Paulus skrivaði: ”Eg eri krossfestur við Kristi; og tað eri ikki longur eg, sum livi, men Kristus livir í mær”.

Um tú hevur upplivað at verða sett/ur í frælsi frá at tæna tær sjálvum, so merkir tú møguliga eisini lokkanina til tó at hugsa og velja, sum tað passar tær. Men hvørjum frælsi livir tú so í? Egnum frælsi ella Kristusfrælsi?

Lokkanin fer nevniliga altíð vera har. Tað stóra frælsið er at liva bundin at Kristusi. Sum Paulus skrivar:

“Vita tit ikki, at tá ið tit bjóða tykkum fram til einshvørs sum tænarar til lýdni, tá eru tit tænarar hjá honum, sum tit lýða, annaðhvørt hjá synd til deyða ella hjá lýdni til rættvísi?”

Ein kristin hevur fingið frælsi í dópi og trúgv, sum gávu. Frælsi er tó ikki eitt frælsi til at tæna sær sjálvum. Tað vildi verið ófrælst, tí í grundini tænti tú tær sjálvum áðrenn umvendingina. Men í staðin er tað sanna frælsið at tæna Kristusi í rættvísi. At halga sítt lív til at æra Gud við at elska og gera hansara vilja – elska Gud og næstan!

Eingin kann tæna tveimum harrum. Tað er ómøguligt at tæna bæði sínum dreymi um tað fría valið – og tæna Kristusi.

Jákup E. Petersen, Keypmannahavn