“Eg takki Gudi fyri, at eg eri deyvur”
Aktash er føddur deyvur og er alt lívið blivin stoyttur út og valdur frá fyri sítt brek. Men sum ferðatrúboðari, ið sigur deyvum um Jesus, upplivir hann, at hansara brek er ein fyrimunur.
Bank – bank – bank.
Politiið bankaði við myndugleika á hurðina, men eingin í húsinum svaraði.
Dunk – dunk – dunk!
Framvegis einki svar.
Bumm – bumm – bumm!!
Einki.
So valdu politistarnir við valdi at treingja inn í húsið. Her møttu teimum fleiri enn 30 forfard deyv, sum ikki høvdu varnast nakað, fyrr enn politistarnir knappliga stóðu mitt ímillum teirra. “Vit vóru savnað í húsinum hjá vini mínum fyri at fáa bíbliuundirvísing, biðja og hava felagsskap,” greiðir Aktash* frá.
“Til alla lukku lá eingin bíblia ella annað “illgrunavert” frammi, so vinur mín greiddi frá, at vit vóru ein bólkur av floksvinum, sum hittast fyri at eta saman. Maturin stóð á borðinum. Tað er altíð maturin, sum bjargar okkum,” smílist Aktash.
Avbyrgdur frá familjuni
Ein vitjan av politinum er einki nýtt hjá Aktash. Hann er avhoyrdur mangar ferðir í meiri enn 20 ár, har hann hevur tænt sum trúboðari millum deyv í Miðasia. Men hann heldur fram at brenna fyri at boða øðrum deyvum boðskapin um Guds kærleika.
“Vit deyvu verða útihýst allastaðni, og mong halda, at vit eru sjúk, bara tí vit ikki hoyra ella tosa,“ greiðir hann frá. Hansara egnu upplivingar við at verða útihýstur gera, at hann skilir og stuðlar øðrum deyvum.
“Eg havi ongantíð upplivað kærleika frá mínum foreldrum. Tey hava ikki ynskt felagsskap við meg. Vit sótu ongantíð saman, tá ið eg var barn, og eg kundi ikki fortelja teimum um mínar dreymar, ætlanir og ynskir. Tí tey skiltu meg ikki. Mínir brøður hoyrdu, men eingin í familjuni royndi at læra seg teknmál ella á annan hátt at samskifta við meg.”
Fullkomiliga grøddur
Henda avbyrgingin gjørdi Aktash einsaman og skapti sterkan longsil í honum eftir felagsskapi. Tí gjørdist hann forvitin, tá ið ein deyvur kristin fortaldi honum um Jesus – ikki minst tann felagsskap, tey deyvu kristnu høvdu. “Eg vildi fegin vera millum onnur deyv. Tað var ikki tann kristna trúgvin, sum hevði mín áhuga, og eg var ein partur av felagsskapinum í fýra ár, áðrenn eg gjørdi av at gerast kristin,” fortelur hann.
Men tá ið Aktash fyrst hevði tikið avgerðina um at bjóða Jesusi inn í sítt lív, hevði tað stórar broytingar við sær. Áður livdi hann eitt lív merkt av lógarbrotum og varð ofta misnýttur av hoyrandi, tí hann ikki skilti tey. Hann leið eisini av einari húðsjúku við hvítum blettum, sum hann helt vera bannseting. Hann vitjaði heksadoktarar tvær ferðir fyri at gerast frískur, men uttan úrslit.
“Tá ið eg gjørdist kristin, varð eg fullkomuliga grøddur; har var ikki ein tann einasti blettur eftir,” staðfestir hann. Hann upplivdi eisini, at Gud ikki bert broytti hansara egna lív, men eisini hansara viðurskifti við familjuna, vinir og umhvørvi.
Brekið gjørdist eitt amboð
Aktash var so hugtikin av Jesusi, at hann kendi seg noyddan at siga øðrum deyvum um hann.
“Eg kundi ikki bara sita stillur, so eg fór at biðja Gud um at geva mær dirvi til at fara út og fortelja um hann.” Fyri fyrstu ferð upplivdi hann, at hansara brek ikki var ein forðing, men tvørturímóti eitt amboð til at røkka einum bólki av fólkum, sum longdust eftir kærleika og viðurkenning.
“Eg veit júst, hvussu deyv hava tað, tí eg eri sjálvur deyvur. Mong deyv eru gloymd, eyðmýkt og einslig. Eg segði við Gud: “Gud, eg takki tær! Eg trúgvi, tú fanst meg, og nú vil eg fara út og finna tey deyvu, so tú kanst finna tey gjøgnum meg.” Gud broytti mítt lív, so eg trúði, at hann eisini kundi broyta teirra lív.
Longur og longur út
Aktash byrjaði sína tænastu í nærumhvørvinum.
“Eg fór til teirra, sum búðu ein til tveir kilometrar burtur. Eg kundi ganga hagar. Men eg kendi eisini deyv, sum búðu longri burtur, 50 – 60 kilometrar – og eg visti, at eg ikki kundi ganga hagar. Men so signaði Gud meg við eini súkklu. Eg súkklaði 50-60 kilometrar, sjálvt har eingir vegir vóru.”
Eftir 10 árum við súkklumissión fekk Aktash ein skutara, sum gjørdi tað gjørligt hjá honum at ferðast upp til 150 kilometrar burtur.
“Tá ið eg komi til eina nýggja bygd, kenna fólk meg ikki, og tey eru mistrúgvin. Men millum deyv er tað øðrvísi. Tá ið ein deyvur sær ein annan deyvan, gerst hann glaður. Hoyrandi hava ikki sama felagsskap. Tí takki eg Gudi fyri, at eg eri deyvur – tað opnar hurðar fyri gleðiboðskapinum,” staðfestir hann.
Aktash kennir vandan við at fortelja serliga muslimskum deyvum um Jesus, men tað steðgar honum ikki.
“Eg kenni lógirnar og forboðini. Eg veit, at eg kann blíva fongslaður fyri at boða gleðiboðskapin. Men eg veit eisini, at Gud ongantíð vil fara frá mær!”
*Broytt av trygdarávum
Bið
- Bið um, at Aktash fer at skilja Bíbliuna uppaftur betur
- Bið um, at Aktash fær vísdóm og styrki til tænastuna millum deyv.
- Bið fyri deyvum, sum ikki hava hoyrt gleðiboðskapin enn, at tey fáa at uppliva somu broyting sum Aktash.
Kelda: Open Doors Føroyar