“Eg vil prísa tær, og Jesus” – páskasangurin, ið sigur alt

Hugsa tær støðuna: At vakna summarmáladag, ein mánadag í apríl, væl fyri og í góðum hýri, tí ein skal til arbeiðis. Hetta er annars mín frídagur, men tá eg vaknaði árla í morgun, var tað ein ávís sangregla sum bleiv við at mala í høvdinum á mær.

Eg slapp faktist ikki undan at syngja hesa regluna umaftur og umaftur, tí hon sigur tað so greitt: Hetta ÓTRÚLIGA sum hendi páskum; hetta STÓRA sum vit, ið eiga Jesus eiga og kunnu syngja hart um hvønn einasta dag; og ikki minst hetta FANTASTISKA, sum tú kanst gerast partur av hesi páskini!

Syng, o, syng um Jesus Kristus, sum við blóði keypti meg.

Henda reglan er úr sanginum við hesum navni, og sum skaldið Philip P Bliss yrkti í 1876, og sum Petur Jacob Sigvardsen seinni hevur umsett til føroyskt.

Eg havi so mangan sungið og spælt til henda sangin sum unglingi og sum vaksin, og havi elskað hann síðani. Men í morgun kom hann altso til mín, so skjótt sum eg fór á føtur bæði týðiligt og greitt. Ein góða byrjan upp á dagin – nógv betri enn ein langur gongutúrur ella ein tími í einum venjingarhøli.

Dugdi ikki tekstin uttanat, men tá eg googlaði hann, lá betri fyri at syngja allan sangin ígjøgnum – og enn einaferð kunna frøast um henda fantastiska boðskapin:

Syng, o, syng um Jesus Kristus,
sum við blóði keypti meg;
eg varð fríur, tá hann legði
mína skuld og straff á seg!

Wauw, den boðskapur at hoyra og syngja, nú tað stundar til páskir.

Yrkjarin lat lív – sangurin livir

Nú í kvøld gav eg mær stundir at lesa eitt sindur um henda sangin, og legði eg beinanvegin merki til eitt sera áhugavert: Amerikumaðurin Philip B. Bliss livdi frá 1838 til 1876 – altso sama ár sum sangurin kom út. At kanna samanhangin her, er áhugavert arbeiðið hjá einum rithøvundi og gomlum tíðindamanni.

Hetta er nakað av tí, sum eg kom fram til: Philips elskaði tónleik og var ofta at hoyra syngjandi á møtum, saman við konu síni, Lucy. Hetta sama merkisverda árið byrjaðu hjúnini at arbeiða burturav saman við kenda prædikumanninum D L Moody á møtiferðum hansara.

Í desember mánaði 1876 vóru tey bæði ávegis við toki heim í jólafrí, tí aftaná jól var ætlanin, at tey skuldu til Chicago at hava møtir. Men so langt komu tey kortini ikki. Tá tok teirra var áveg yvir um eina brúgv í nánd av býnum Ashtabula í Ohio, brotnaði hon undan teimum, tokið datt nógvar metrar niður, har eldur kom í tað – har bæði Philip og Lucy brendust so illa, at tey lótu lív.

Bliss hevði frammanundan sent kuffert sítt til Chicago, har møtini skuldu byrja sunnudagin millum jóla og nýggjárs. Kuffertið kom fram í øllum góðum, men ikki hjúnini. Í hesum kufferti lá millum annað handritið til sangin “Eg vil prísa tær, o Jesus” (𝐼 𝑊𝑖𝑙𝑙 𝑆𝑖𝑛𝑔 𝑜𝑓 𝑀𝑦 𝑅𝑒𝑑𝑒𝑒𝑚𝑒𝑟).

Umvegis fleiri hendur kom sangurin eisini til okkara oyggjar, og hevur uttan iva eisini verið til gleði fyri mong onnur enn meg. Bliss-hjúnini fingu ikki møguleika at syngja henda sangin á møtunum í Chicago, men boðskapur hansara livir enn.

Og tú, sum lesur henda sangin, kanst taka ímóti frelsuni í Jesusi – eins og sagt verður longu í 1. ørindi:
Eg vil prísa tær, o Jesus,
góðska tín av øllum ber;
mína skuld tú hevur strikað,
friðfylt, lívsglað sál mín er!

Hetta gjørdi eg fyri meiri enn 50 árum síðani. Hetta heldur enn í dag. Hetta kann eg enn einaferð fegnast um á páskum í ár! Sangurin er soljóðandi:

Eg vil prísa tær, o Jesus,
góðska tín av øllum ber;
mína skuld tú hevur strikað,
friðfylt, lívsglað sál mín er!

Niðurlag:
Syng, o, syng um Jesus Kristus,
sum við blóði keypti meg;
eg varð fríur, tá hann legði
mína skuld og straff á seg!

2. Eg vil syngja um tann sannleik,
mær í sál so dýrur er:
Mína vegna hann á krossi
gjørdi fulla sáttargerð!

3. Eg vil prísa tær, o Jesus,
fyri undurfullan mátt;
sigur vunnin bæði yvir
helheimsins og deyðans nátt!

4. Eg vil takka tær, o Jesus,
fyri sigur, tú mær gav,
so eg brosandi kann skoða
myrku grøv og deyðans kav!

5. Ja, eg prísi tær, o Jesus,
fyri gongd á Golgata,
og eg skal í hvítum skara,
syngja hátt: Halleluja!

Philip P. Bliss 1876. Petur J. Sigvardsen.

Skrivað hevur: Snorri Brend.

Her er ein upptøka av sanginum, men við einum øðrum lagi. Gøtu kirkju ungdómskór, syngur.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina